28.09.2022
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Almennur fyrilestur um brúk av dronum

Depilin fyri staðsetingarfrøði skipar fyri almennum fyrilestri um brúk av dronum í privata og almenna geiranum

Fyrilesturin verður 29. september frá klokkan 16-17 í høli 511 á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum á Vestaru bryggju 15 í Havn.

Tiltakið er alment og ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.

Andreas Klein Arnbjerg, dronuskipari og kortteknikari á Umhvørvisstovuni, fer at greiða frá um, hvussu Umhvørvisstovan arbeiðir við dronumyndum - frá fyrireiking til endaligu myndakortini verða løgd út á foroyakort.fo.

Við myndum og video fer hann at vísa dronuna, hvussu hon virkar og um forritini, sum verða nýtt.

Emil Nielsen, landmátari hjá J&K Petersen, fer at greiða frá um, hvussu tey hjá J&K Petersen nýta dronur.

Fyrsta dronan bleiv keypt tíðliga í 2017. Síðani tá hava tey brúkt dronur til allar størri verkætlanir, bæði áðrenn ein verkætlan ferð í gongd, til lendismátingarnar og sohvørt undir arbeiðinum til at gera nøgdarútrokningar o.a.

Dronumyndirnar verða eisini brúktar av leiðsluni á plássunum til yvirlit og planlegging. Byggileiðarar og plássformenn nýta millum annað dronumyndir til góðskutrygging og eftirlit av arbeiðinum.