University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

Agnar Sturla Helgason, professari (Foto: iris.hi.is)

04.06.2026
Setrið

Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga

Agnar Helgason er altjóða viðurkendur serfrøðingur í antropologi og genetikki. Í almennum fyrilestri í Kongshøll 17. juni klokkan 17:00 - 18:15 lýsir hann upprunan og genetisku søgu íslendinga

Landnám var í Íslandi fyri umleið 1.100 árum síðani í víkingatíð, nakað eftir, at fólk kom til Føroya.

Hetta var partur av norrønari fólkaflyting um stóran part av Norðureuropa, sum hevði varandi ávirkan á mentan og arvaeginleikar hjá fólki á oyggjunum í Norðuratlantshavi.

Í fyrilestrinum fer Agnar Helgason, professari, at leggja fram úrslit frá meira enn 25 ára gransking í ílegusøguni hjá íslendska fólkinum.

Hann fer at greiða frá, hvussu ættarfrøðiligar upplýsingar og genetiskar dátur frá bæði núlivandi og fornum íslendingum eru nýttar til at varpa ljós á upprunan hjá teimum fyrstu niðursetufólkunum og á menningarsøguna hjá fólkinum síðani.

Eisini fer hann at vísa á, hvussu nýggir greiningarmøguleikar av fornum DNA hava kollvelt okkara fatan av søguni hjá hesum fólkabólkum. Henda vitanin byggir á kanningar av arvamassanum hjá fornum fólki úr Íslandi, Grønlandi, Føroyum og øðrum londum.

Sí vísindavanga Helga her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  2. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00

  3. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia