University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Jesse Orrico 1DHX1JVT3C
12.01.2026
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Almennur granskingardagur um heilsu

Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya bjóðar til almennan granskingardag í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn tann 4. februar frá klokkan 13 til 16

Ein spennandi skrá verður løgd, sum vísir stóra fjølbroytnið í heilsugranskingini á Setrinum.

Vit fara m.a. at hoyra um stóru verkætlanina, sum Tórur Sjúrðarson, ph.d., og hansara toymi hava arbeitt allan sólarringin við hetta seinasta hálva árið, ið snýr seg um at kanna, hvussu kolesterollækkandi heilivágur ávirkar úrtøkuna av vøddavenjing.

Vit fáa eisini innlit í ph.d.-verkætlanina hjá Tórunn Ósá, sum kannar, hvussu tónakoddar og tónleikur kann hjálpa børnum við neuromenningarsjúku at sova betur.

Somuleiðis fer Eina H. Eliasen, sum ger eina post.doc.-verkætlan, at greiða frá sínum kanningum av okkara allarelstu borgarum. Eina kannar, hvussu fólk, sum eru yvir 90 ár, hava tað og trívast.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Kongshøll!

Lesið alla skránna her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving