08.04.2013
Skriva út

Almennur pallborðsfundur um fólkaflyting og fólkavøkstur

Týskvøldið 9.apríl kl. 19 verður skipað fyri almennum pallborðsfundi um fólkaflyting og fólkavøkstur í Norðurlandahúsinum.


Føroyar hava eina stóra avbjóðing við minkandi fólkatali og vantandi tilflyting. Í heyst setti landsstýrið ein arbeiðsbólk at gera eina heildarætlan fyri, hvussu vit steðga fólkafráflyting og skapa fólkavøkstur.

Í samband við, at heildarætlanin er liðug og er handað landsstýrinum verður skipað fyri almennum pallborðsfundi um fólkavøkstur í Norðurlandahúsinum  týskvøldið 9. apríl kl. 19-21.

Á tiltakinum fer arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt heildarætlanina at hava framløgu og Annleyg Lamhauge fer at greiða frá kanningini, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt av trivnaðinum millum føroyingar.

Í pallborðinum sita formenninir í politisku flokkunum, og áhoyrararnir fáa høvi at seta spurningar.

Evnini pallborðið fer at kjakast um eru m.a.:

  • Hvussu fáa vit fleiri at taka útbúgving í Føroyum?
  • Hvat kann gerast fyri at betra um lívskorini í Føroyum?
  • Hvussu styrkja vit tilknýtið til okkara útisetar?
  • Og hvat ætlar politiska skipanin at gera fyri at venda gongdini?


Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.