University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Alment fyrilestrarkvøld á Østrøm

Alment fyrilestrarkvøld á Østrøm

Í sambandi við altjóða summarskeiðið SACS, sum í hesum døgum verður hildið á Fróðskaparsetri Føroya, verður skipað fyri einum almennum fyrilestrartiltaki týskvøldið 24. juni á Østrøm í Tórshavn.


Í sambandi við altjóða summarskeiðið SACS, sum í hesum døgum verður hildið á Fróðskaparsetri Føroya, verður skipað fyri einum almennum fyrilestrartiltaki týskvøldið 24. juni á Østrøm í Tórshavn.

Teir tríggir fyrilestrarnir, sum verða hildnir á enskum máli, lýsa ymisk viðurskifti í tilknýti til ráevni á og undir havbotninum á føroyskum og altjóða øki:

  1. Tetsuro Urabe, Japan, limur í landgrunsnevnd Sameindu Tjóða, greiðir frá um “Natural resources of the outer continental shelf”
  2. Harald Brekke, Noreg, limur í altjóða havbotnsmyndugleikanum hjá ST, heldur fyrilestur undir heitinum “The International Seabed Authority”
  3. Heri Ziska, deildarleiðari á kanningardeildini á Jarðfeingi, og Gareth Allinson, Senior-ráðgevi hjá Statoil Faroes, greiða frá um “Hydrocarbon exploration on the Faroese continental shelf”

Tiltakið á Østrøm byrjar kl. 19:00. Tað er ókeypis, og øll við áhuga í hesum evni eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  2. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  3. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku