University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
flagg setur (2).jpg
08.09.2025
Setrið

Alment hátíðarhald: Tveir heiðursdoktarar útnevnast

Í ár eru 60 ár liðin, síðani Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn, og tí verður alment hátíðarhald fríggjadagin 12. september, tá tveir nýggir heiðursdoktarar eisini verða útnevndir

Vit á Fróðskaparsetri Føroya gleða okkum til at bjóða almenninginum til hátíðarhald í stásiligu Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn, nú Setrið hevur 60 rund ár á baki.

Tiltakið verður fríggjadagin 12. september frá klokkan 14-16, og vit hava sett eina spennandi skrá saman.

Rektarin, borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og tingforkvinnan halda stuttar røður; vit fáa tvær spennandi gestaframløgur um ávikavist leiklutin hjá universitetum sum vitanarsúlur í lítla samfelagnum, og um stóra leiklutin, sum metabolisma hevur fyri heilsuna; og vit sleppa eisini at njóta klassiskan tónleik við Jóhannesi Andreasen á flygli og Heiðrun Petersen á violin.

Og so fer Fróðskaparsetur Føroya somuleiðis at útnevna tveir heiðurdoktarar, sum á hvør sín hátt hava givið eitt serligt og vísindaligt íkast við virki sínum. Hvør fær heiðursdoktorat verður avdúkað á degnum í Kongshøll.

Seinastu ferð, at heiðursdoktarar vórðu útnevndir við Fróðskaparsetur Føroya, var í 2015, tá Setrið fylti 50 ár. Tá fingu Hanus Kamban, Jens Kjeld Jensen og Petur Jacob Sigvardsen heiðursdoktaraheiti.

Heimildin í lógini at útnevna heiðursdoktarar er í lógini um Fróðskaparsetur Føroya og ljóðar soleiðis:

Heiðursheitið, philosophiae doctor honoris causa, stytt ph.d.h.c., kann verða latið fólki, sum hevur gjørt vart við seg vísindaliga á annan hátt. Stýrið tekur avgerð eftir tilmæli frá rektaranum.

Hátíðarhaldið endar við eini hugnaløtu við onkrum góðum afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

📍 Kongshøll

📅 Fríggjadagin 12. september 2025

🕑 kl. 14:00 – 16:00

 

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving