University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum
03.02.2026
Setrið Føroyamálsdeildin

Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

Sunnudagin 8. februar verður aftur árliga og almenna handanin av gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum til ungt listafólk

Í tí sambandi bjóðar Fróðskaparsetur Føroya, Listafólkasamband Føroya og Føroya Lærarafelag almenninginum til hátíðarhald í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini í V.U. Hammershaimbs gøtu 22 í Havn.

Tiltakið verður sunnudagin 8. februar klokkan 16:00.

Endamálið við Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving.

Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Ein trýmannanevnd mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelagi og formanninum í Listafólkasambandi Føroya stjórnar grunninum.

Latið verður altíð úr grunninum 8. februar, sum var føðingardagur Thorvalds.

Tey, ið higartil hava fingið gávugóðs, eru:

2025: Vár Bech Árting og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, samtíðardansarar, 30.000 í part
2024: Ari Hammer Joensen, tónleikari, 40.000 kr.
2023: Beinir Bergsson, yrkjari, 40.000 kr.
2022: Maria Guldbrandsø Tórgarð, filmslistakvinna, 35.000 kr.
2021: Alda Mohr Eyðunsdóttir, listakvinna, 35.000 kr.
2020: Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundi, 35.000 kr.
2019: Lea Kampmann, tónleikari, 35.000 kr.
2018: Anný Djurhuus Øssursdóttir, listakvinna, 50.000 kr.
2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2014: Heiðrun Petersen, fiólleikari, 50.000 kr.
2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur 25.000 kr. í part.
2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri, 60.000 kr
2011: Dáva Juul Magnussen, tónlistamað, 60.000 kr
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinnu, 60.000 kr
2009: Kjartan Hansen, fólkatónleikari og nemur sær útbúgving innan sjónleik, 60.000 kr
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna, 60.000 kr
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari, 60.000 kr
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi, 60.000 kr
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur, 60.000 kr
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, songkvinna, 25.000 kr. í part.
2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 kr
2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 kr, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 kr og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 kr
2001: Rannvá Konoy, listakvinna 60.000 kr

Lesið meira um grunnin her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  2. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing

  3. Bjørn Kunoy Og BIICL Útgáva

    Nýggj útgáva um ósemjur og altjóða lóg