University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 10 03 At 14 20 20 World Trade Organization Logo.Wine.Png (PNG Image 3000 × 2000 Pixels) — Scaled (45%)
03.10.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Alment tiltak: Hvat merkir úrskurðurin um WTO fyri Føroyar?

Fróðskaparsetur Føroya skipar mánadagin 13. oktober fyri almennum tiltaki um úrskurðin hjá serligu grein 6-nevndini um føroyskan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, WTO

Í august 2024 tóku løgmaður og danski forsætisráðharrin eitt søguligt stig, tá drúgva ósemjan um føroyskan WTO-limaskap varð løgd fyri serligu gerðarrættarkendu nevndina, sum kann setast við heimild í grein 6 í heimastýrislógini frá 1948. 

Stigið var søguligt, tí henda mannagongdin er ikki nýtt áður, hóast mangar stjórnarrættarligar ósemjur hava verið millum Føroyar og Danmark. Nevndin skuldi taka støðu til, um stjórnarrættarstøða Føroya loyvir sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í WTO.

Nevndin varð mannað í januar 2025, og longu níggju mánaðir seinni, 10. september 2025, kunngjørdi nevndin sín úrskurð.

Sambært grein 6 í heimastýrislógini skulu dómararnir í nevndini avgera málið, um teir tveir limirnir, sum Føroya landsstýri og danska stjórnin í part útnevna, ikki kunnu semjast. 

Í WTO-málinum samdust teir fýra limirnir ikki, og tískil varð málið latið teimum trimum hægstarættardómararunum at avgera.

Hægstarættardómararnir vóru á einum máli um, at stjórnarrættarstøða Føroya loyvir sjálvstøðugum limaskapi í WTO uttan mun til, at Danmark longu er limur í hesum altjóða felagsskapi. 

Úrskurðurin er slóðbrótandi á tann hátt, at hetta er uppgerð við grundlógartulking, ið danska stjórnin hevur hildið uppá mótvegis Føroyum í meira enn 40 ár. Og stjórnarrættarviðurskifti Føroya eru í roynd og veru broytt við hesum, eftirsum avgerðin loyvir Føroyum at søkja um sjálvstøðugan limaskap í WTO. Og helst fer úrskurðurin eisini at hava ein ávísan týdning sum fordømi, tá samráðast skal um limaskap í øðrum altjóða felagsskapum enn WTO.

Eisini er úrskurðurin áhugaverdur á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð, at eitt autoritativt dómstólalíknandi organ hevur sagt sína meining um stjórnarrættarstøðu Føroya, tí higartil hevur at kalla øll læra á økinum stavað frá, hvat danskar ráðharrastovur, og onkuntíð Føroya landsstýri, hava hildið. 

Mánadagin 13. oktober setir Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya sjóneykuna á grein 6-úrskurðin og týdningin, hesin hevur fyri stjórnarrættarstøðu Føroya. 

Sjúrður Rasmussen og Bjørn Kunoy, tilnevndir í grein 6-nevndina av Føroya landsstýri, greina málið og greiða frá sínum leikluti. Síðani fara Bárður Larsen, lektari, og Kristian Joensen, námslektari á Søgu- og samfelagsdeildini, at greina, hvørjar avleiðingar úrskurðurin hevur fyri stjórnarrættarstøðu Føroya. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, setir tiltakið, og høvi verður eisini at seta spurningar til panelið eftir framløgurnar.

Tiltakið verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju frá klokkan 13 til 16 ella so leingi, at spurningar eru.

 

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Yrkisbokur A Foroyskum Bokadagar

    Orðaskifti um yrkisbøkur á Bókadøgunum 2025

  2. Próvtøkuótti 13.11.2025 (002)

    Zoom-tiltak: Góð ráð um próvtøkuótta

  3. Helgi Winther Olsen Og Dómsnevnd Og Vegleiðarar 06112025

    Helgi Winther Olsen staðið sína ph.d.