University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Herskip Í Havn Bjarni Rubeksen KVF

Minuruddari og herskip við molan í Havn. Ein alsamt meira vanlig sjón í teimum annars so friðarligu Norðurhøvum (Foto: Bjarni Rubeksen, KVF)

18.05.2026
Setrið

Alment tiltak: Smátjóðir í stórveldastríðnum

Mánakvøldið 25. mai klokkan 19:00 verður alment og ókeypis tiltak í Kongshøll undir heitinum "Smátjóðir í stórveldastríðnum - geopolitikkur, sjálvsavgerð og framtíðin í Arktis"

Tórshavnar kommuna og Fróðskaparsetur Føroya bjóða almenninginum til upplýsandi tiltak og orðaskifti í Kongshøll, har luppurin verður settur á smátjóðir sum okkara og ta grønlendsku í spentu geopolitisku støðuni, sum nú valdar.

Alla vikuna er Fróðskaparsetrið vertur fyri stórari ensktmæltari altjóða ráðstevnu við Tjarnir við eini 1400 fólkum, har granskarar og aðrir serfrøðingar úr øllum heiminum viðgera og leggja fram ymisk mál á UArctic Congress 2026.

Tiltakið í Kongshøll verður vent meira móti almenninginum og verður á skandinaviskum og føroyskum.

Vit seta m.a. spurningin, hvussu umskiftið ávirkar okkum, nú Arktis er broytt frá avspenningsøki til at vera miðdepil í spentari geopolitiskari støðu. Hvat ger hetta við okkara sjálvsmynd, og kunnu vit brúka broyttu støðuna til egnan fyrimun? Køvir nýggja støðan strembanina eftir størri sjálvræði, ella kann hon brúkast til at styrkja um sjálvsavgerðarrættin? Og hvørji sambond og samstørv skulu vit leggja okkum eftir í framtíðini? Ísland fer í august at hava fólkaatkvøðu um at taka upp aftur samráðingar um ES-limaskap, eiga Føroyar at gera tað sama? Og hvat skal okkara samband vera við Russland?

Skrá

19.00: Magni Mohr, prorektari fyri gransking, biður vælkomin

19.10:  Óluva Zachariasen, journalistur, hevur samrøður við:

  • Katrina Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharra Íslands og talskvinnu hjá Heimsheilsustovninum fyri europeiska átakið um vælferðarbúskap
  • Saru Olsvig, fyrrverandi landsstýriskvinnu í Grønlandi og fólkatingslim, og forkvinnu í Inuit Circumpolar Council (ICC)

19.45 Stuttur kaffisteðgur

19.55 Óluva Zachariasen hevur samrøður við:

  • Bjørt Samuelsen, fyrrverandi løgtingsforkvinnu
  • Tór Marna Weihe, ph.d.-lesandi í altjóða politikki, Fróðskaparsetur Føroya
  • Firouz Gaini, professara í antropologi, Fróðskaparsetur Føroya

20.30 Liðugt

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 05 18 At 13 23 40 Uarctic Congress 2026 Tórshavn Faroe Islands

    Dagsatgongumerki til UArctic-ráðstevnuna við Tjarnir

  2. Uarctic Congress 2026 (1)

    Setrið vertur fyri Føroya størstu ráðstevnu

  3. Wouter Veenendaal

    Almennur fyrilestur við Wouter Veenendaal um fólkaræði