University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Biometric Verification Face Recognition Biometrics And Security Concept
03.10.2023
Setrið

Alment tiltak: Tilgjørt vit og útbúgving í Føroyum

Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri almennum tiltaki um tilgjørt vit mikudagin 11. oktober klokkan 13:00 – 16:00 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn

Menningin av tilgjørdum viti gongur við rúkandi ferð, og hetta broytir og fer at broyta undirvísing og teir førleikar, sum børnum, ungum og vaksnum tørvar nú og í komandi tíðum. Tøknin hevur og fer at hava stóra ávirkan á okkum øll, og hvussu vit læra, arbeiða og samskifta, og hetta krevur nýhugsan um, hvussu vit búgva børn, ung og vaksin út til nýggju fortreytirnar.

Í hesum sambandi bjóðar Fróðskaparsetur Føroya til alment tiltak í Kongshøll, har vit seta tilgjørt vit og útbúgving á breddan.

Á skránni eru framløgur um evnið, og síðani verður orðaskifti undir leiðslu av Martini Tvede Zachariasen, rektara á Setrinum, um avbjóðingarnar, sum vit øll so ella so mugu fyrihalda okkum til.

SKRÁ:

13:00: Martin Tvede Zachariasen, rektari, bjóðar vælkomin

13:15: Jeppe Bundsgaard, professari í didaktikki og granskari í tøknifatan, KT í undirvísing, skriving og progressivum undirvísingarhættum:

ChatGPT - skolens mulighed, skolens opgave

Da ChatGPT kom til verden i november 2022 var de færreste klar over, hvad der havde ramt dem. Den første reaktion var: Nu kan elever snyde. Men efterhånden er samtalen blevet mere nuanceret. Jeppe Bundsgaard vil give sit bud på hvad skolens muligheder og opgaver kan være i forhold til ChatGPT specifikt og kunstig intelligens generelt. Han vil fokusere på fire aspekter: Interaktion, vurdering, kritik og konsekvens

13:50: Iben Nyholm Debess, ph.d.-vísindastarvsfólk og samskipari á Máltøknideplinum, og Barbara Scalvini, adjunktur í teldufrøði:

Tilgjørt vit á føroyskum

Føroyskt er eitt lágtilfeingismál, og hetta endurspeglar, hvussu vit kunnu nýta tól úr tilgjørdum viti á okkara móðurmáli. Vit lýsa støðuna og hugleiða um evnið, og vísa við dømum, hvussu vit kunnu gagnnýta tilgjørda vitið til okkara fyrimunar.

14:10: Kaffisteðgur

14:30: Pallborðskjak

Luttakarar: Eyðun Gaard, stjóri á Námi, Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, og Jeppe Bundsgaard, professari.

Orðstýrari: Martin Tvede Zachariasen, rektari.

Hvussu fer tilgjørt vit at broyta undirvísing og próvtøkur – hvørjir eru møguleikarnir, og hvørjir eru vandarnir?

Hvørjar førleikar skulu vit geva børnum og ungum, sum skulu samstarva við tilgjørt vit á broyttum arbeiðsmarknaði og í lívinum annars?

Hvussu fáa vit førleikament allar bólkar, so vit á besta hátt verða før fyri at gagnnýta tilgjørt vit á kritiskan og haldgóðan hátt?

15:30: Kaffi og prát

Tiltakið er - sum nevnt - alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.

GG: Regin Berg, sum upprunaliga stóð á skránni, hevur fingið forfall

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025