12.05.2015
Námsvísindadeildin
Skriva út

Alment vísindasirkus

Alment og ókeypis Vísindasirkus verður í auluni hjá Námsvísindadeildini mikudagin 13. mai kl. 15-18.


Fróðskaparsetur Føroya verður 50 ár tann 20. mai í ár, og hetta hátíðarhalda vit við m.ø. einum familjutiltaki, har norðmenninir Ivar Nakken og Magne Hognestad frá Jærmuseet koma at hava vísindasirkus saman við okkum. Harumframt fara lesandi og starvsfólk á Setrinum at vísa fram.

Nógv ymiskt á skránni, m.a.


  • Hvussu virkar GPS?

  • Hologram
  • Orka og kúlubreytir

  • Newtons bilur
  • Lufttrýstrakett

  • Biophilia
  • Krystallir og grót

  • Telduspøl

  • Gátur og avbjóðingar


Vísindi eru bæði stuttlig og spennandi - kom bara og royn teg!