University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Altjóða DNA dagur
22.04.2018
Til lesandi Náttúruvísindadeildin

Altjóða DNA dagur

Flaggdagin, tann 25. apríl, er altjóða DNA dagur. DNA er stytting fyri deoxyribonucleic acid, sum vit á føroyskum kalla arvastrongurin. Tað var á hesum degi í 1953, at Watson, Crick, Wilkins og Francis góðu út vísindaliga grein um DNA bygnaðin.


Á hesum sama degi, 50 ár seinni, varð tað almannakunngjørt, at arvamassin hjá menniskjum var kortlagdur. Tí er hesin dagur kosin at vera altjóða DNA dagur, og síðani 2013 hava fólk og stovnar runt alla verðina hátíðarhildið henda dagin. Í ár hava vit valt eisini at hátíðarhalda hendan dagin í Føroyum. 

Skipað verður fyri einum tiltaki í Perluni tann 25. apríl 2018 frá kl. 16:00 . Tiltakið verður í tveimum pørtum. Tann fyrsti parturin inniheldur stuttligt og handaligt DNA virksemi til børn, og í tí seinna partinum verða stuttir fyrilestrar um DNA til tey ungu og vaksnu. Millum annað sleppa luttakararnir at royna at:

  • byggja DNA strong úr bomm
  • at gera DNA origami
  • DNA hálsketur
  • Sekvenserings telduspæl
  • PTC genotypu/pEndamálið við tiltakinum er at kunna almenningin um DNA, og um hvussu DNA verður brúkt í gransking og í samband við heilsu í Føroyum.henotype – man kann vita um man smakkar beiskt ella ikki.
  • Kyknu og kromosom i mikroskop

Ian Salter, granskari á Havstovan og Sunnvør i Kongsstovu, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum/Amplexa Genetics, eru fyriskiparar av tiltakinum.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Sí skránna her

Sí tiltakið á Facebook her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum