28.01.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Altjóða jarðfrøðiráðstevnur í vár

Í vár fer Jarðfeingi í samstarvi við Fróðskaparsetri Føroya at vera vertur fyri tveimum ráðstevnum. Tann fyrra er 2. Jóannes Rasmussen ráðstevnan, ið verður hildin 5. og 6. mai. Hin seinna ráðstevnan nevnist Drilling Volcanics – a Conference on Drilling in Basaltic Provinces, og hon verður 7. mai.


Í mai mánaði verður Jarðfeingi í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya aftur vertur fyri Jóannes Rasmussen ráðstevnuni. Hetta er onnur ráðstevnan í røðini, tann fyrsta var hildin í 2007. Evnið hesa ferð er eins og seinast “Menning av Basaltumhvørvum”, og ætlanin er at fáa vísindafólk, ið arbeiða við basaltumhvørvum, at koma hendan vegin at skifta orð og hugskot til víðari menning av føroysku jarðfrøðini.

 

Fleiri sokallaðir "keynote" fyrilestrar verða eisini á skránni.

Lotte M. Larsen, ph.d. (GEUS) - Nýggjar aldursmetingar av Norðuratlantiska Basaltháslættanum

Knur E. Amundsen, (AMASE) - Mars Analogue Geological studies in the Faroe Islands

Eisini verður fyrilestur um virkna Bárðarbungueldgosið frá NORDVULK granskingarstovninum í Íslandi.

Dagin eftir verður nýggja Drilling Volcanics – a Conference on Drilling in Basaltic Provinces ráðstevnan hildin. Hendan ráðstevnan er ætlað teimum, ið hava áhuga í boring í basaltumhvørvi. Seinastu árini hava fleiri og fleiri boringar verið at sæð í basalti og øðrum vulkanskum tilfari, boringar, ið ofta hava víst seg at vera tekniskt avbjóðandi. Fyrilestrarhaldarar verða bodnir úr olju- og veitarafeløgum, ið hava royndir við slíkum boringum, til Føroya at leggja sínar royndir av boringunum fram. Ætlanin er at skapa eitt pláss, har oljufeløg og veitarafeløg við áhuga í hesum boringum fáa høvi at skifta orð og hugskot um, hvussu ein gongd leið kann vera.

Eisini verður skipað fyri tveimum felttúrum, einum undan og einum eftir ráðstevnurnar. 

Harumframt verður skipað fyri einum ráðstevnudøgurða.

Ráðstevnurnar eru ein eyðsýndur møguleiki hjá øllum, ið hava í áhuga í stórum basaltumhvørvum, og hvussu hesir verða boraðir.

 

Áheitan um samandrátt er 1. november 2014

Evstamark at tekna seg tíðliga og at senda samandrátt er 1. mars 2015

Eftir 1. mars er framvegis møguligt at tekna seg, tó hækkar prísurin

 

Áhugað kunnu lesa meira, og melda seg til, við at fara inn á heimasíðuna hjá ráðstevnunum jrasmussen.jf.fo


2JRC_2014_2nd_Announcement.pdf