Altjóða ráðstevnan verður hildin á Hotel Brandan 30 nov. - 1. des. 2022 (Foto: Hotel Brandan)
Brynhild Thomsen
19.09.2022
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Altjóða ráðstevna: Tøgn og harðskapur í Norðri

Innbjóðing til altjóða ráðstevnu á Fróðskaparsetrinum: TØGN og HARÐSKAPUR Í NORÐRI - 30. NOVEMBER OG 1. DESEMBER 2022 

Ráðstevnan er úrslit av samstarvi millum Université du Québec og Fróðskaparsetrið og verður á Hotel Brandan í Havn.

Kvirra og tøgn teljast millum tey fremstu eyðkennini í hugmyndum um Norður og eru úrslit av eini fatan av norðri sum ovurstórt, kalt, kavaklætt, stormbart, hvítt, vatnrætt, ævigt og uttan sjónlig ýti. Stutt sagt, mentanir í vesturheiminum skilmarkað norður sum fólkatómt.

Tøgn kann stundum verða áløgd og føra til harðskap. Tøgn, málloysi og smædni kunnu standast av kava og kulda, ið seta dám á fólk í Norðri. Hetta er enn meira soleiðis í avbyrgdum bygdum, har “reglur um tøgn” valda. “Aloftast tosa vit ikki”, skrivar skaldsøguhøvundurin úr Québec, Pierre Gobeil. Í myndlist eru stórbæru landsløgini hjá Mikines og Ingálvi av Reyni aloftast fólkatóm, og í málninginum “Skríggj” eftir Edvard Munch er rópið ljóðleyst. Kvirran í Norðri trokar seg inn á menniskjuni og kann gera tey málleys og soleiðis avnokta tilveru teirra. Ein trúboðari í Arktis minnir á heimspekingin Pascal, ið segði, at: “Æviga kvirran í hesum økinum ræðir meg”. Í norðurlendskum mentanum tosar mann um tagnarmentan.

Á hesi ráðstevnuni fara vit at kanna sambond millum “kvirru, tøgn og harðskap” í Norðri og Arktis í skaldsligum og mentanarligum lýsingum, í søgufrøðiligum tekstum og ferðafrágreiðingum. Vit hugsa m.a. um hesi evni:

  • Tøgn sum álagt moralskt virði
  • Tøgn ella málsligt sparsemi, sum kann eggja til harðskap
  • “Tagnarregla” í smáum samfeløgum, sum kann fjala út yvir harðskap móti minni mentum
  • Køvdar søguligar mentanir bæði hjá upprunafólkum og tilflytarum í kolonialum sjónarhorni
  • Sosial normalisering, ið fær einstaklingar at leggja seg undir sjálvvalda tøgn

Í samsvari við vísindaligu skránna hjá Altjóða starvsstovuni fyri gransking í hugmyndum um Norður, vetur og tí arktiska er “norður” at skilja í breiðari merking runt um Norðpólin, allar tær køldu pólmentanirnar og upprunafólkamentanir.

Henda innbjóðingin er ætlað vísindastarvsfólkum, granskarum og studentum í hugvísindum og list, og hon er ætlað listafólki og rithøvundum. 

Framløgurnar eru á enskum, og hvør fær 20 minuttir.

Uppskot til framløgu við 10-20 reglum úrtaki skulu vera innsend í seinasta lagi 5. oktober 2022 til: imaginairedunord@uqam.ca. Upplýs eisini navn, starvsheiti og stovnstilknýti, bústað og teldubústað.

Tey, sum senda inn, fáa svar í seinasta lagi tann 15. oktober 2022.

Ferða- og uppihaldsútreiðslurnar rinda luttakararnir sjálvir.

Ráðstevnan verður hildin á Hotel Brandan, Oknarvegur 2, 100 Havn, har tað ber til at bíleggja kamar fyri 850 DKK/nátt við morgunmati.

Tey, sum vilja koma at lurta, mugu tekna seg og sjálv rinda fyri miðmálan. Plássið er avmarkað!

Tiltakið er tann 17. altjóða ráðstevnan, sum Altjóða starvsstovan fyri gransking í hugmyndum um Norður, vetur og tí arktiska á universitetinum í Québec í Montreal, Kanada, skipar fyri. Eftir ráðstevnuna hava luttakararnir í boði at senda eina grein inn til eitt ráðstevnurit.

Fyriskiparar eru Daniel Chartier, professari á  Université du Québec í Montréal, og Malan Marnersdóttir, professari á Fróðskaparsetri Føroya.

Vit takka Norðurlendska ráðharraráðnum, le Ministère québécois des Relations internationales et de la Francophonie, grunninum Belmont Forum og verkætlanini “NICH-Arctic”, universitetinum Université du Québec í Montréal, Énergir og Sentrinum fyri universitetsrannsóknir í bókmentum og mentan í Québec fyri stuðul til ráðstevnuna.