Støðan við COVID-19 hevur gjørt, at altjóða ráðstevnan um fiskilóggáu er útsett eitt ár
Brynhild Thomsen
20.04.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Altjóða ráðstevna útsett til næsta ár

Stóra ráðstevnan um altjóða fiskilóggávu er nú útsett til september 2021

Í september skuldi Fróðskaparsetur Føroya vera vertur fyri stórari ráðstevnu um altjóða fiskilóggávu, har fremstu serfrøðingar í heiminum fóru at koma við sínum íkasti

Men støðan við COVID-19 hevur nú fingið fyriskipararnar at útseta ráðstevnuna til september næsta ár. Ráðstevnan verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn 27. – 29. mai 2021.

Tað er Fróðskaparsetur Føroya saman við Háskúla Íslands og ávikavist lærdu háskúlunum í Tromsø og Utrecht, sum standa fyri hesi altjóða havrættarráðstevnuni.

Talan er um eitt stórt átak við meira enn 30 av fremstu serfrøðingunum í altjóða fiskilóggávu og WTO-handilsrætti. Eisini er hetta týðandi liður í menningini av altjóðarættarligu undirvísingini á Fróðskaparsetrinum og tí samstarvi, sum Setrið knýtir við lærdar háskúlar úti í verð.

”Føroyar eru fiskivinnutjóð, og tí er púra náttúrligt, at Fróðskaparsetur Føroya hevur ein týðandi leiklut í altjóðarættarligum málum sum teimum, ið fara at verða viðgjørd á ráðstevnuni. Á henda hátt kunnu vit eisini gera vart við okkum sum vitanardepil á hesum vísindaliga økinum, ið hevur so stóran týdning fyri okkum búskaparliga", sigur Bjørn Kunoy, adjungeraður professari á Setrinum.

Millum teir 32 røðararnar á skránni eru professarar í altjóða lóg úr Avstralia, Argentina, Japan, Korea, Vietnam, India, Kanada, Bretlandi, Fraklandi og USA. Eisini eru dómarar úr altjóða dómstólum og advokatar.

Lesið meira um ráðstevnuna, skránna og meldið tykkum til her.