University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
studni.jpg
Anna Katrin Matras
04.01.2019

Altjóða Skrivstovan

Altjóða Skrivstovu funktiónin er flutt til Studna.

Í 2019 byrjar eitt nýtt skeið fyri upprunaligu Altjóða Skrivstovuna, sum hevur til endamáls at vegleiða innan útbúgvingarmøguleikar uttanlands og í Føroyum. Avgerð er tikin um at flyta hesa útbúgvingarvegleiðing av Fróðskaparsetrinum til Studna, sum er partur av Mentamálaráðnum. Har er nú settur ein nýggjur útbúgvingarvegleiðari í starv.

Til ber at ringja á telefon 204060 í avgreiðslutíðini, sum er frá mánadag til fríggjadag kl. 10-12.

Eisini ber til at skriva teldupost til studni@studni.fo.

Á Fróðskaparsetrinum verður tó framhaldandi ein Altjóða Skrivstova, skipað soleiðis, sum øll altjóða universitet hava tað. Nærri kunning um hesa ætlan kemur.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Próvtøkuótti 13.11.2025 (002)

    Opin fyrilestur á netinum um próvtøkuótta

  2. Rógvi Olavson Staðið Phd 13112026

    Væleydnað ph.d.-verja hjá Rógva

  3. Forsíða Klipt

    Setrið byggir brúgv til miðnám