University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
IMG_5577.JPG
20.08.2018
Setrið Føroyamálsdeildin

Altjóða summarskeið á Føroyamálsdeildini

26 studentar úr ymiskum londum læra seg føroyskt

Í hesum døgum er altjóða summarskeið á Føroyamálsdeildini. Í alt 26 studentar luttaka. Treytin fyri luttøku er kunnleiki til eitt germanskt mál ella málvísindi. Studentarnir í ár eru úr eitt nú Týsklandi, Póllandi, Sveis, Hollandi, Onglandi, Ísrael og USA.

Undirvíst verður serliga í føroyskum í máli, men fyrilestrar eru eisini um føroyskar bókmentir og føroyska søgu.

Skeiðið varir 3 vikur og endar við próvtøku komandi fríggjadag 24. august. Við sær fáa studentarnir 10 ECTS-stig.

Ábyrgd av skeiðinum hevur Hjalmar P. Petersen, lektari. Undirvísarar eru: Marjun Arge Simonsen og Ragnar Sigrunarson.

Á Føroyamálsdeildini verður skift millum norðurlendsk og altjóða summarskeið í føroyskum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Høvundar Til Grein Um Bróstkrabba DHS

    Lívið eftir bróstkrabba kann vera trupult í mong ár

  2. Train Nonklett Vitan Og Strid

    Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan

  3. Rógvi Olavson Klipt

    Ph.d.-verja: Rógvi Olavson