University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Altjóða summarskeið í føroyskum á Fróðskaparsetrinum síðan 2004
28.08.2012
Føroyamálsdeildin

Altjóða summarskeið í føroyskum á Fróðskaparsetrinum síðan 2004

Komandi ár, 2013, hevur altjóðaskeiðið á Fróðskaparsetrinum verið til í tíggju ár. Tað fyrsta altjóðaskeiðið í føroyskum varð hildið í 2004. Til samans hava higartil seks skeið verið hildin.


Til Føroyamálsdeildina koma tíðum fyrispurningar uttan úr heimi frá fólki, sum hevur hug at læra føroyskt. Tað eru bæði granskarar og studentar í málfrøði og mentan, sum vísa áhuga, umframt øll tey sum hava áhuga av almennum slag, ið spyrja um møguleikan at nema og granska føroyskt á Fróðskaparsetrinum. Svarið er, at vit hava onga útlendingadeild, undirvísingin er løgd til rættis fyri føroyskar studentar, og onnur, sum vilja lesa á deildini, mugu duga føroyskt. Ótaldar ferðir hevur spurningurin, hvussu beri eg meg at við at læra føroyskt? hava tit nám ella skeið fyri útlendingar? verið svaraður við at vísa til lærubókina hjá W.B. Lockwood, 1955.


Allur hesin áhugin uttaneftir elvdi til, at í 2004 varð skipað fyri fyrsta altjóða summarskeiðinum í føroyskum.

Sí alla greinina her.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast