Knud Simonsen
14.01.2008
Skriva út

Altjóða universitet í Føroyum - ein tvørpolitiskur boðskapur

Fleiri valevni til løgtingsvalið mæla til at seta eitt altjóða universitet á stovn í Føroyum. Góðir karmar fyri vísindaligum arbeiði er fortreyt fyri at fáa granskarar uttanlands at koma til Føroya. Eitt vælvirkandi universitetsumhvørvi er eitt kardinalpunkt í hesum samanhangi, sigur Hans Pauli Joensen, Lektari og Megindeildarráðsformaður á Náttúruvísindadeildini.


--------------------------------------------------------
Altjóða universitet í Føroyum
- ein tvørpolitiskur boðskapur


Hans Pauli Joensen

 

Áhugavert er at hoyra fleiri valevni til løgtingsvalið í 2008 mæla til at seta eitt altjóða universitet á stovn í Føroyum. Áherðsla verður løgd á orðið altjóða, og tað er eisini í sjálvum sær áhugavert.
Áhugin fyri universitetinum er m.a. settur í samband við trupuleikan við, at føroyskur ungdómur fer av landinum at taka hægri útbúgvingar og ikki flytir aftur til Føroya. Tey flestu munnu vera samd um, at tað er ein vandaleið fyri samfelagið, at tey klóku høvdini hvørva úr samfelagnum.
Góðir karmar fyri vísindaligum arbeiði er fortreyt fyri at fáa granskarar uttanlands at koma til Føroya. Eitt vælvirkandi universitetsumhvørvi er eitt kardinalpunkt í hesum samanhangi.

Universitet er longu í Føroyum
Í Føroyum er longu eitt universitet, men tað er so lítið, at fleiri ikki geva sær far um tað. Tað er viðurkent í altjóða granskingar- og útbúgvingarhøpi, men resursirnar eru sera smáar.
Føroyska universitetssøgan byrjaði við stovnsetingini av Fróðskaparsetri Føroya í 1965. Í umleið hálva øld hevur sostatt verið arbeitt við at menna eitt universitet í Føroyum. Fróðskaparsetrið fekk universitetsstatus við løgtingslóg í 1990. Men politiska raðfestingin av universitetsvirksemi í Føroyum hevur higartil verið í lakara lagi. Árliga fíggjarlógarjáttanin til alt tað føroyska universitetsvirksemi er í dag bert umleið 20 milliónir krónur, sundurlutað í miðfyrisiting og tríggjar deildir.
Eftir øllum at døma kunnu vit hava góðar vónir um, at ein munandi menning av føroyska universitetinum fer at henda í komandi valskeiði, tí hægri útbúgving og gransking – tvs kjarnuøkini á einum og hvørjum universiteti – eru nú sett á tvørpolitisku dagsskránna. Valevni úr øllum flokkum markera týdningin av, at Føroyar hava eitt rættiligt universitet.

Føroyingar heimaftur
Jú betur útbúgvingarmøguleikar í Føroyum – jú fleiri vælútbúgvin fólk fara at støðast í Føroyum. Hetta er ein av kjarnuvirðunum í at hava universitet í Føroyum. Tað er nevniliga áhugavert at notera sær, at meginparturin av teimum, sum higartil hava tikið framhaldandi útbúgvingar uttanlands oman á útbúgvingar frá Fróðskaparsetrinum, eru komin aftur til Føroya at arbeiða. Tað bendir á, at útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru við til at rótfesta okkara unga ættarlið í Føroyum.

Altjóða útbúgvingar eru longu í Føroyum
Útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru longu altjóða útbúgvingar. Í dag verða akademiskar útbúgvingar í Evropa skipaðar í trimum stigum eftir sonevndu Bologna-skipanini: fyrst bachelor (3ár), síðan master (2 ár) og at enda PhD (3ár). Fróðskaparsetrið skipaði sum eitt tað fyrsta universitetið í norðurlondum sínar útbúgvingar í náttúruvísindum og tøkni eftir hesum leisti. Tey fyrstu bachelorprógvini frá Fróðskaparsetrinum vórðu útskrivað longu í 1989.
Við hesum útbúgvingum frá Fróðskaparsetrinum eru ung fólk seinastu 18 árini farin út á arbeiðsmarknaðin og til onnur universitet at útbúgva seg víðari. Nevnast kann t.d., at bachelorar frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hava tikið víðari útbúgvingar í londum sum New Zealandi, Onglandi, Skotlandi, USA, Danmark, Noregi og Svøríki. Hetta letur seg gera, júst tí útbúgvingarnar eru skipaðar sum altjóða útbúgvingar.

Nýggjar altjóða útbúgvingar
Tað er eisini áhugavert at hoyra valevni leggja dent á, at tað skal bera til at taka enn fleiri hægri útbúgvingar í Føroyum. Hesum verður júst arbeitt við í hesum døgum á Fróðskaparsetrinum, har ætlanin er at bjóða tríggjar nýggjar útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini á sumri 2008. Hesar hava atlit til KT-verkfrøði, jarð- og havfrøði og lívfrøði. Í útbúgvingunum verða atlit til m.a. vinnulív í breiðum høpi, føroysku undirgrundina, veðurlagsbroytingar og umhvørvi á sjógvi og landi. Útbúgvingarnar eru skipaðar eftir altjóða leisti, men viðurskifti av týdningi fyri føroyka samfelagið og føroysku náttúruna eru ein náttúrligur partur í útbúgvingunum á Fróðskaparsetrinum. Og tað er við til at menna áhugan hjá studentunum at virka í Føroyum eftir lokna útbúgving.
Fróðskaparsetrið hevur gjørt útgreinaðar kostnaðarætlanir fyri nýggju útbúgvingarnar, og vónar at fáa ein dialog við politisku myndugleikarnar um tær, eftir at nýtt landsstýri er skipað.

Studentaumskifti
Nýggju útbúgvingarnar fevna um evni av týdningi bæði fyri Føroyar og fyri globala samfelagið. Tær eru altjóða útbúgvingar, og kunnu tí eisini bjóðast studentum úr øðrum londum. Hetta kann skapa grundarlag fyri einum altjóða studentaumhvørvi í Føroyum. Eisini ber til at skipa fyri, at føroysku studentarnir kunnu taka partar av útbúgvingini á Fróðskaparsetrinum á universitetum uttanlands.

Nýtt universitet
Eitt lógaruppskot um eitt nýtt universitet var eitt av teimum uppskotunum, ið ikki náddi at verða avgreitt áðrenn løgtingsvalið varð útskrivað. Men sum skiltist í ávegis viðgerðini í tinginum, so var meiriluti fyri uppskotinum.
Ein týðandi partur í lógaruppskotinum er, at núverandi Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúli og Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya verða lagdir saman til eitt nýtt universitet –framvegis við navninum Fróðskaparsetur Føroya.
Vónandi verður hetta málið tikið skjótt upp aftur av samgonguni, sum verður skipað eftir valið. Hetta er ein týðandi liður í at samskipa hægri útbúgvingar í Føroyum í eitt størri universitetsumhvørvi. Tó so, samskipanin í sjálvum sær merkir ikki vøkstur í virkseminum. Til tess er sjálvandi tørvur á fleiri resursum til vísindafólk, til útgerð og til høli.

Fáa vit granskarar til universitetið?
Til tess at menna Fróðskaparsetrið til eitt “rættiligt” universitet verður neyðugt at fáa vísindafólk at flyta til Føroya úr útheiminum, bæði føroyingar og útlendingar. Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa royndar granskarar at flyta til Føroya úr vælvirkandi granskingarum­hvørvum uttanlands. Skal tað eydnast, er neyðugt við einum greiðum politiskum boðskapi um, at tað veruliga verður satsað uppá at menna universitetsumhvørvið í Føroyum. Boðskapurin má fevna um økta játtan til at seta fleiri vísindafólk og til hóskandi karmar til virksemið, bæði til høli og útgerð. Vónandi fer hetta at síggjast aftur longu í fyrstu fíggjarlógini hjá komandi samgonguni, tá ræður um játtan til Fróðskaparsetrið.