University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Áminning til lesandi uttanlands um aktivering av p-tølum.
29.05.2012
Altjóða Skrivstovan

Áminning til lesandi uttanlands um aktivering av p-tølum.

Avgreiðslurnar hjá TAKS steingja í tvær vikur í summar, frá 23. juli til 3. august. Tí er týdningarmikið, at lesandi uttanlands, ið koma heim at arbeiða í summar, skjótast gjørligt boða TAKS frá, um p-talið skal aktiverast.



Avgreiðslurnar hjá TAKS steingja í tvær vikur í summar, frá 23. juli til 3. august. Tí er týdningarmikið, at lesandi uttanlands, ið koma heim at arbeiða í summar, skjótast gjørligt boða TAKS frá, um p-talið skal aktiverast. Hetta skal gerast, tá ein veit á leið, nær ein verður heima. Um p-talið ikki verður aktiverað, kann ein ikki fáa løn útgoldna.

Fyri at aktivera p-talið kann ein antin ringja til TAKS á 352600 ella senda ein teldupost til taks@taks.fo. Um tann lesandi ikki hevur søkt um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, skal hendan umsóknin sendast TAKS, saman við avriti av lestrarkortinum.

Um ein ikki hevur fingið p-talið aktiverað áðrenn summarfrítíðina, svara telefonirnar hjá TAKS tó millum kl. 11.00 og 13.00 í tíðarskeiðinum, tá avgreiðslurnar eru stongdar. Eisini ber til at senda ein teldupost til taks@taks.fo.

Vinarliga heilsan
TAKS

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast