Jóan Pauli Joensen
26.03.2008
Skriva út

Andamanari á ferð

7. mars var nýggi universitetsbygningurin í Nuuk, Grønlandi, vígdur. Tað er ikki hvønn dag at ein verður boðin til vígslu av einum nýggjum universitetsbygningi og til ein galladøgurða aftaná.


Grønland hevur nú fingið sína universitetspark, sum á grønlandskum ber heitið Ilimmarfik. Grønlendingar eru sera ernir av nýggja bygninginum og tað hava teir alla orsøk til. Í hesum 8000 kvadratmetra stóru húsunum húsast grønlendska fróðskaparsetrið, grønlandska málstovan, setursbókasavnið, grønlandska landsbókasavni, landsskjalasavnið og grønlendska hagtalsstovan. Grønlendingar yvirhøvur eru sera ernir um hesi hús og ikki politikararnir, sum hava arbeitt fyri at fáa hesi hús bygd.

 

Robert Petersen, sum er grønlandska svarið uppá okkara Christian Matras, segði mær, at upprunin til navni Ilimmarfik er, at finna í orðunum, sum hann segði á donskum: åndemaner på rejse eller åndemaner på flugt. Á føroyskum verður tað til: andamanari á ferð. Grønlendska orðið ímyndar soleiðis bæði tað forna vísindamannin, andamanarin og tað moderna globala, sum liggur í at vera á ferð. Í hesum føri inn í tað nýggja vitanarsamfelagið. Sjálvur helt Robert Petersen, at navnið var umboðandi fyri, tað sum nýggju húsini stóðu fyri.

Tað eru nakrir mánaðir síðani at flutt var í Ilimmarfik sum hevði kosta upp í móti 200 milliónum krónum, og kostnaðarmetingin hevði hildið, var sagt. Húsini vórðu ikki dýrari, enn tað varð roknað við. Dagurin 7. mars varð settur sum tann almenni vígsludagurin. Vígslan, sum fór fram í teirri stóru og rúmligu kantinuni á Ilimmarfik og byrjaði fríggjamorgunin stundisliga kl. 10.00 og vardi til umleið kl. 12.00. So mikið nógv fólk komu, at ein stórur partur mátti standa upp teir tveir tímarnar vígslan vardi.

Aftaná at universitetsstjórin Ester Janussen hevði bjóða vælkomin hildu landsstýrismaðurin fyri útbúgving og gransking Tommy Marø og rektarin Aage Rydstrøm-Poulsen røðu.

Landsstýrismaðurin segði m.a., at tað var endamálið hjá landsstýrinum, at skapa karmarnar fyri, at so mong ung sum møguligt skuldi kunna fáa hug at fáa sær hægri útbúgving. Næsta var at gera útbúgvingarnar so góðar sum gjørligt. Við Ilimmarfik var málið hjá landsstýrinum at skapa eitt felags forum fyri teir altjóðagranskarar, sum fáast við arktiska gransking og gransking av teimum fólkum sum búgva har, so at altjóða granskingin á hesum øki kom at verða styrkt til gagns fyri Grønland.

Rektarin á Ilisimatusarfik helt eisini eina sera áhugaverda talu. Hann tosaði um, hvussu rúmligt grønlendska samfelagið var og hansara ynski var, at Ilimmarfik vildi varðveita tað rúmliga eyðkenni so at tað sum í húsunum sjálvum, eisini koma at verða høgt til loftið og vítt til veggja, bæði tá talan var um útbúgving, gransking og um leiklutin hjá tí einstaka menniskjanum, læraranum og granskaranum. Tað var púra greitt at rektarin á Ilisimatusarfik, grønlendska universitetinum, kendi seg sum tann, sum fyrst og fremst varðaði av teimum nýggju húsunum. Tað var eisini hann, sum tók ímóti gávunum.

 

At enda helt tann grønlendska vísindakvinnan Karla Jessen Williamson Pd.D, sum starvast við universitetið í i Saskatchewan, Canada, ein sera áhugaverdan fyrilestur um burðardygga gransking. Hon hevði nýliga tikið doktaragrad sína við University of Aberdeen í Skotlandi og hon vísti erpin fram doktarabúna sín.

 

 

Nýtt logo

Í sambandi við vígsluna av Ilimmarfik var útskrivað kapping um eitt nýtt logo, sum var avdúkað í sambandi við vígsluna. Vinnarin var Paniaraq Rosing Søltoft. Nýggja logoið hevur støði í eini samanseting av ímyndini av tí steini, sum andamanararnir í fornari tíð brúktu, tá teir fyrireikaðu seg til sína andans ferð út í universið – ilimmarneq á grønlendskum, og eini nýmótans teldumús. Universið og cyperspace verður sameinað í hesum fantasifulla og sera vakra logo.

 

Sjálvandi var tað eisini musikkur, kórsangur og at enda eisini felagssangur. Almenna vígslan endaði við at øll vóru boðin til at fáa sær kaku og ein drekkamunn. Umframt aðrar stórar kakur var eisini ein stór kaka, sum var eitt modell av Ilimmarfik. Alt varð etið rubb og stubb, eisini seturskakan.

 

Eini øvundaverd hús

Hetta var ein sera hugnalig løta henda fríggjamorgun í frískligum kuldaveðri kuldin uttan fyri var eini 17 kuldastig Aftaná vígvluna sluppu vit at síggja húsini. Allir teir stovnar, sum hava innivist í húsunum hava frálík kor. har var alt, sum kundi ynskjast, skúlastovur, venjingarrúm og auditorium, í hvørjum rúmi var øll tann nýggjasta tøknin, smart-boards, og framvísingarkanón, undir hvørjum lofti. Alt fungeraði. Har vóru hugnakrókar og kaffikøkur í hvørjum innviki, uppihaldsrúm og syklukjallari og so ein avbera stór kantina, sum eisini kann nýtast sum samkomuhøll, sum nú henda vígsludagin.

 

Jú, tað kann ikki sigast annað, enn at grønlendsku politikararnir útfrá sjónarmiðinum hjá einum rektara, veruliga hava duga at raðfesta til fyrimuns fyri tey “bleytu virðini”. So í løtuni er altenn alt gott og rúmligt, men rundanum er eisini gott pláss til at byggja meira á, tí enn er alt ikki flutt út í Ilimmarfik, eitt nú Læraraskúlin, sum enn heldur til í øðrum hølum. Skjalavørðurin Niels Frandsen, helt at tað fóru ikki at ganga nógv ár, so var skjalasavnið ov lítið. Bera vit hinvegin saman við tað sum vit eru von við her á landi, so er talan um eina glæstriborg.

 

Gallaveitsla í Ilimmafik

 

 

Føroyska gávan til grønlendska fróðskaparsetrið var ein klassiskur pyntiknívur við skafti og slíðraknívur úr ibenholt við innløgdum silvuri.

 

Meðan vígslan var fyri almenninginum so var gallaveitslan um kvøldið fyri innbodnum og dresskravið var galla. Har mundu vera mestsum allir landstings- og landsstýrislimirnir umframt øll onnur sum høvdu við undirvísing og mentan at gera. Gestir vóru eisini úr Danmark, Føroyum og Canada.

 

Øll vóru í galla, sum tað var kravt í innbjóðingini. Konufólkini í fínum longum kjólum og mannfólki í smoking ella klædningi, flestu í svørtum, men nógv grønlendsk mannfólk vóru í annoraq. Ein vanlig fatan er at galla-annorakkin hjá grønlendingum var hvít, men tað vísti seg ikki at verða akkurát so, tí har vóru menn í annorakkum av silki og í øllum litum, grønum, reyðum, bláum, hvítum og mynstrutum. Ein einfaldur og sera skilagóður stánsbúni. Fyrrverandi landstingsformaðurein Jonathan Motzfelt gekk í bláari annorakk, sum minti um eina tjóðveldisblusu, men úr silki kortini.

 

 

Døgurin var á høgum norðurlendskum gourmet-støði, niðurundir var tað ein aromatisk reinsdjóraconsommé við rækjusuffle og royktari persilluolju. Høvuðsrætturin var ein smakkssymfoni sett saman av lambaryggi við timianbraiseraðum lambahálsi í filo, eini rullu av paprikakrydraðum lambafarsi, urtum, sopparisotto & citrónglace. Omaná var sjokulátucappuccino við jarðberjatertu, ælabogaísi & broysknari vanilju. Sera lekkurt, men hetta er kanska ikki júst tað sum føroysku útróðrarmenninir kenna aftur frá síni tíð í Grønlandi.

 

Sum altíð í slíkum førum, vóru nógvar talur og húsið fekk nógvar gávur, men tíbetur vóru allar talurnar stuttar og góðar. Eisini gestirnir hildu talu. Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya bar fram fram kvøðu frá setrinum og øðrum føroyskum granskingarstovnum, og kundi ikki bara sær at siga, at hann veruliga var ævindsjúkur inn á grønlendingar, sum høvdu fingið so frálíkar karmar um teirra fróðskaparsetur. Hann tók eitt sindur aftur í søguna, og vísti til eina ferð, tá ein nevnd frá Grønlandi var í Føroyum fyri at kanna hvønn týdning Fróðskaparsetrið hevði fyri Føroyar. Hetta var í november 1980, tá teir so smátt byrjaðu. Fýra ár seinni, í 1984 varð Ilisimatusarfik – grønlendska fróðskaparsetrið, sett á stovn. Sjálvt um studentatalið er umleið tað sama, so er Ilisimatusarfik, tá tað kemur til høli, farið langt fram um Fróðskaparsetrið.

 

Jóan Pauli Joensen helt, at grønlendingar høvdu gjørt eina rætta politiska raðfesting, við at byggja eini hús til gansking og undirvísing, tí tað var ein íløga, sum loysti seg um allan heim. Hann hevði við eina gávu frá Føroyum, sum var ein pyntiknívur úr ibenholt við innløgdum ímyndum av grindareiðskapi úr silvuri. Saman við knívinum gav hann rektaranum Aage Rydstrøm-Poulsen eina 20 krónu, sum hann kortini tók aftur, sum gjald fyri knívin. Við hesum fyribyrgdi hann at knívurin kom at skaða onkran. Tað helt Aage Rydstrøm-Poulsen vera sera skilagott, tí, sum hann segði, so var tað ikki óvanligt, at universitetsfólk í hørðu akademisku kappingini, gingu við knívi í ermuni.

 

Rektarin á Fróðskaparsetrinum læs eisini upp eina heilsan frá landsstýriskvinnuni í mentamálum. Sum landstýrismaðurin í mentamálum Tommy Marø, takkaði fyri.

 

Hilsen fra Færøerne

 

Ved Ilimmarfiks indvielse, Nuuk, 7/3-2008

 

Højtærede kulturministe Tommy Marø, kære rektor, og alle ansatte i det nye Ilimmarfik.

 

Jeg er ked af ikke at være i Nuuk i dag for at deltage i dagens store, kulturelle højtidelighed, nu I skal tage Jeres nye lokale Ilimmarfik i brug. Forholdene er sådan, at det lader sig simpelthen ikke praktisere at tage afsted lige nu. Det må vente til en anden gang.

 

Derfor denne lille hilsen.

 

Hjertelig til lykke med dagen!

 

Jeg tror, at alle færinger er enige med mig, når jeg siger, at for Færøerne og færinger har Grønland længe været færingernes ‘åbne universitet’.

 

Det var til Grønland, de unge færinger tog afsted, når de skulle udfordre sig selv og møde verden.

 

Det var på fiskeri ved Grønlands kyster, at de mange unge færinger tog afsted, mens de gjorde sig tanker om, hvordan de skulle forme deres fremtid. Det var her hos Jer, at en stor del af den færøske ungdom forberedte sig til livet, det var her de forsøgte at etablere sig et ståsted i livet. Et ståsted, som kom til at have en enorm betydning for Færøernes eksistens. Det siger vi Jer tak for i dag.

 

Grønland var i mange år det land i verden, der stod en færing nærmest. Denne forbindelse og denne fornemmelse er ikke ny, men den har udviklet sig langsomt op igennem historien, således at vi i dag, rent mentalt, forstår hinanden meget bedre, end hvis talen var om to vidt forskellige og tilfældige lande et eller andet sted i verden.

.

I håbet om at Ilisimatusarfik fortsat vil stå for det ‘åbne universitets’ tanker, vil jeg på Færøernes landsstyres vegne ønske det grønlandske samfund held og lykke med dette vigtige trin indenfor udviklingen af uddannelse- og forskningssektoren. Hjertelig til lykke med dagen!

 

Kristina Háfoss,

landsstyrekvinde for uddannelse, forskning og kultur

 

Illisimatusarfik – grønlendska fróðskaparsetrið.

 

Jóan Pauli Joensen

 

Eftir eina rímiliga langa fyrireikingartíð var grønlendska fróðskaparsetrið Ilisimatusarfik sett á stovn í 1984. Í fyrstani var tað í húsi saman við bókasavninum, men seinni fekk Ilimatusarfik egin hús. Hatta var í einum gomlum húsum niðri við sjóvarmálan, sum Herrenhutarnir høvdi bygt í síni tíð sum missiónsstøð.

 

Eins og á Fróðskaparsetrinum gekk alt spakuliga at byrja við, men so við og við kom meira ferð á. Studentatalið liggur í dag undir 200, nakað sum á fróðskaparsetri Føroya. Á sjálvum Ilisimatusarfik eru tað nú 4 deildir, sum eru:

 

Deildin fyri fyrisiting.

Deildin fyri máli, samskifti og fjølmiðlan

Deildin fyri gudfrøði

Deildin fyri mentan og samfelagssøgu

 

Samansjóðing av fleiri stovnum

Umframt Ilisimatusarfik hava tað eisini verið aðrir sjálvstøðugir hægri skúlar í Grønlandi. Fleiri av hesum eru frá 1. januar 2008 við lóg lagdir saman í ein stovn.

 

Umframt tær gomlu deildirnar so eru nú hesir stovnarnir sjóðaðir saman við Ilisimatusarfik: Læraraskúlin – Ilinnarfissuaq, ein yvirbygningur omaná læraraútbúgvingina - Inerisaavik, har tað ber til at taka master- og kandidatútbúgving í útbúgvingarvísindum, sosialráðgevaraútbúgvingin, sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin og journalistútbúgvingin.

Øllum eru kortini enn ikki rúm fyri á nýggja Ilimmarfik, men har er ríkiligt pláss til at byggja á afturat. Ilimmarfik er enn bert eitt fyrsta byggistig. Við samanleggingin kemur samlaða studantatalið á Ilisimatusarfikk at økjast nógv, samstundis sum krøvini til allar útbúgvingar verða økt munandi. Í so máta er gongdin í Grønlandi ikki stórt øðrvísi enn í Føroyum. Ein munur er kortini og hann er, at á Ilisimatusarfik eru tann allarstórsti parturin av lærarunum útlendingar, fyrst og fremst danir. Eitt nýtt ættarlið av vælútbúnum grønlindingum er á veg, og hesi koma skjótt at gera seg galdandi innanfyri nýggju karmarnar.

 

 

Munur er á teimum gomlu húsunum og á tí nýggja Ilimmarfik. Gólvvíddin er 8000 kvadratmetrar. Ilimmarfik liggur síð um síð við Náttúrugranskingarstovnin og er tekna av sama arkitekti, so húsini líkjast sera nógv.

 

Náttúrustovnurin

Nátturustovnurin Pinngortitaleriffik – Grønlands Natutinstitut liggur eitt hanagleiv frá Ilimmarfik, og er tekna av sama arkitekti. Kortini tyktist ikki sum at nakar á nátturuinstituttinum var serliga heitur fyri einum samstarvi millum Ilisimatusarfik og Pinngortitaleriffik, sum er ein reinur granskingarstovur við ongari undirvísing.

Eitt ,sum eyðkennir universitetsundirvísingina á Illisimatusarfik er at har verður als ikki undirvíst í náttúruvísindum. Tað er eingin náttúruvísindadeild á Ilisimatusarfikk, tíansheldur nøkur náttúruvísindalig útbúgving. Her má vend koma í.

Ein glasbrúgv millum stovnarnar báðar eigur at koma heilt skjótt, tí sjálvandi eigur universitetsundirvísing í nátturufakum eisini at verða á Ilisimatusarfik og tað gerst ikki uttan í samstarvi við Grønlands naturinstitut. Her eru helst enn smá kongaríki til og ein støða, sum treingir til at mýkjast og mennast. Men einki er at ivast í at tað eisini her kemur at fara fram ein samansjóðing í nærmastu framtíð og so koma tey við Ilisimatusarfik eisini at fáa náttúruvísindaligar útbúgvingar.