University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Elisabeth Holm SSS 2.jpg

Elisabeth Holm er adjunktur í føroyskum sum øðrum máli á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

04.06.2025
Setrið Føroyamálsdeildin

Anna-Elisabeth Holm í uppskoti at fáa BAAL Book Prize

Anna-Elisabeth Holm, adjunktur á Føroyamálsdeildini á Setrinum, er ein av fýra høvundum á úrvalslista at fáa ársins BAAL Book Prize fyri útgávu sína í bókarøðini Routledge Critical Studies in Multilingualism

Anna-Elisabeth Holm stóð sína ph.d.-verju á Heriot-Watt University í ringastu koronutíð í 2021, hevði metingarnevndin á máli, at í granskingartilfari hennara var av sonnum gott tilfar til bókaútgávu.

Ph.d.-ritgerð hennara eitur New Times in the Faroe Islands, New Speakers of Faroese and Sociolinguistics of Labour Market Inclusion: Challenges and Opportunities, og Anna-Elisabeth Holm lá ikki á boðunum eftir væleydnaðu verjuna.

Alt fyri eitt fór hon aftur til arbeiðis, og úrslitið bleiv bókaverkið, sum nú hevur vakt ans altjóða og er í uppskot at fáa bókaheiðurslønina BAAL, sum er stytting fyri British Association for Applied Linguistics.

BAAL Book Prize verður á hvørjum ári latin "framúrskarandi bók á nýtslumálvísindaliga økinum", og bókin hjá Annu-Elisabeth Migration, Adult Language Learning and Multilingualism: Critical Sociolinguistics Research with New Speakers of Faroese er nú ein av tilsamans fýra bókum, sum kunnnu vinna heiðurslønina til heystar.

Hinar tríggjar bøkurnar, sum eru í uppskoti at fáa BAAL, eru:

  • Listening Without Borders: Creating Spaces for Encountering Difference, Magdalena Kubanyiova og Parinita Shetty
  • Monolingual Policies in Multilingual Schools, Jürgen Jaspers
  • The Bloomsbury Handbook of Linguistic Landscapes, Robert Blackwood, Stefania Tufi and Will Amos

Annars hevur Anna-Elisabeth Holm júst fingið eina millión krónur í granskingarstuðli frá Granskingarráðnum, sum umsitir fæið í Frítíðargrunninum. Verkætlanin, sum nú kann fremjast í verki, eitur Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður.

Hjartaliga til lukku, Anna- Elisabeth, og bestu eydnu við øllum!

Birgir Kruse gjørdi í fjør samrøðu við Annu-Elisabeth Holm til heimasíðuna hjá Norðurlendska Netverkinum fyri Lívlanga Læring. Lesið samrøðuna her. Myndin er haðani.

Ingi Rasmussen í Kringvarpi Føroya gjørdi í 2021 samrøðu við Annu-Elisabeth Holm um granskingina, sum m.a. vísti, at sera lítil partur av tilflytarum í Føroyum, sum ikki eru av norðurlendskum uppruna, kann brúka ta hægri útbúgvingina, ið tey hava við sær higar.

Lurtið eftir samrøðuni her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Full Kongshøll Lestrarbyrjan 2024

    383 hava søkt um lestrarpláss á Setrinum í ár

  2. Gjógv2025

    Norðurlendsk lesandi á summarskeiði

  3. 12

    Prógvhandanin 2025 í myndum