University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Anna Paulina skal fyrisita søgu- og samfelagsgranskingina
16.11.2016
Søgu- og samfelagsdeildin

Anna Paulina skal fyrisita søgu- og samfelagsgranskingina

Talan er um nýtt starv, ið fevnir um at menna og røkja umsitingarliga partin í sambandi við útbúgving og gransking á Søgu og samfelagsdeildini


Anna Paulina Leo Olsen er sett í starv sum akademiskur fyrisitari á Søgu- og samfelagsdeildini (SSD). Anna Paulina Leo Olsen hevur MA í Lóg (2016) og MSSc í Stjórnmálafrøði (2012). Anna Paulina hevur samskipað og arbeitt við menning av útbúgving, umframt at hon hevur undirvíst og vegleitt lesandi.

Hon hevur í 1½ ár starvast sum granskingarhjálpari á Søgu- og Samfelagsdeildini við tilknýti til masterlæruna. Hon hevur samskipað ymisk skeið og seminar á Søgu- og Samfelagsdeildini. Eisini hevur hon lagt próvtøkurnar á masterlæruna til rættis.

Anna Paulina fer serliga at taka sær av samstarvsskipanum í sambandi við útbúgvingarnar, t.d. praktikkskipan, uttanlandsuppihald, próvdómaraskipan umframt samskipan í sambandi  við t.d. skeiðslýsingar, námsætlanir, eftirmetingar og ársætlanir. Í fyrsta umfari verður Anna Paulina serliga knýtt at masterlæruni á Søgu, Sosialvísindi og samfelagsplanlegging og Politikki og umsiting.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025