
Turið Sigurðardóttir
22.11.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út
Anne-Kari Skarðhamar, serfrøðingur í føroyskum bókmentum, vorðin professari.
Eldri og nýggjari føroyskar bókmentir eru høvuðsgranskingarøki hennara. Í 2001 vardi hon doktararitgerð um skaldskapin hjá Chr. Matras.
Anne-Kari Skarðhamar, dr.art., sum er norsk, er í heyst vorðin professari í norðurlendskum bókmentum á læraraútbúgvingini við Høgskolen i Oslo, har hon hevur starvast síðan 1983.
Í 1994 gjørdist hon fyrstiamanuensis, og í 2001 vardi hon doktararitgerð um skaldskapin hjá Chr. Matras. Ritgerðin, sum er útkomin í bók, eitur Poetikk og livstolkning i Christian Matras’ lyrikk.
Eldri og nýggjari føroyskar bókmentir eru høvuðsgranskingarøki hennara. Norðurlendskar barnabókmentir, haruppí føroyskar, eru eitt annað evni, sum Anne-Kari granskar.
Hon hevur eisini skrivað bøkur um føroyska list og lærubøkur, m.a. um tekstgreining og bókmentaundirvísing.

-
06.12.2019 Setrið NáttúruvísindadeildinVetni – ein verkstova um nýhugsan innan grøna orku28. november 2019 kl. 9 - 12 var fyrsti kunnandi fundur um H...
-
06.12.2019 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyskt Lógar Rit aftur á breddanumFøroyskt Lógar Rit (FLR) er óheft løgfrøðiligt tíðarrit, ið ...
-
06.12.2019 Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning Depilin fyri heilsugranskingPh.d.-verkætlan um sosialpolitikk í FøroyumÍ apríl mánaði 2018 byrjaði Michael Feldballe Hansen eina ph...