University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Annika Helgadóttir Davidsen (1)
19.08.2025
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Annika Helgadóttir Davidsen framflutt til lektara

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya hevur fingið  lektara í sálarfrøði

Annika Helgadóttir Davidsen, sum nú er framflutt í lektarastarv, hevur arbeitt sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðani desember 2021.

Hon er útbúgvin í sálarfrøði frá universitetinum í Keypmannahavn í 2006. Frá 2011 var hon innskrivað sum phd.-lesandi á universitetinum í Keypmannahavn, haðani hon fekk ph.d.-prógv í apríl 2016.

Síðani arbeiddi Annika sum sálarfrøðingur m.a. á miðnámsskúlaøkinum og í egnum virki. Harumframt gjørdi hon sína post.doc innan fyri arbeiðsumhvørvisgransking á táverandi Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum nú er Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum.

Í starvi sínum sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya hevur Annika staðið fyri og verið við í fleiri granskingarverkjætlanum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og hon hevur eisini undirvíst, serliga á masterútbúgvingini í heilsuvísindum.

Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.

Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran út frá fýra atlitum: 1) vísindaligum útgávum, 2) undirvísing og vegleiðing, 3) miðlan av gransking og 4) fyrisitingarligum royndum.

Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá Anniku Helgadóttur Davidsen luku allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at hon verður útnevnd lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Í metingarnevndini vóru Anna Sofía Veyhe, lektari í heilsuvísindum og forfólk, Fróðskaparsetur Føroya; Ole Jacob Madsen, professari, Oslo Universitet; Mia Beck Lichtenstein, professari, Syddansk Universitet, og Hafrún Kristiansdóttir, professari, Háskólinn í Reykjavík .

Lesið meira um virksemið hjá Anniku Helgadóttir Davidsen her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing