University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Anný Djurhuus Øssursdóttir fær gávugóðsið í 2018
Tíðindaskriv frá Grunni Thorvald Poulsens av Steinum
07.02.2018

Anný Djurhuus Øssursdóttir fær gávugóðsið í 2018

8. februar verður árliga handanin av gávugóðsinum úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum.


Gávugóðsið verður latið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.

Tiltakið, sum er alment, verður í hølunum á loftinum á Føroyamálsdeildini tann 8. februar klokkan 16.00.

Í samband við tiltakið spælir Lena Anderssen nøkur løg.

Í sínum testamenti hevur Thorvald Poulsen av Steinum ásett, at í stýrinum fyri grunnin skulu sita rektarin fyri Fróðskaparsetur Føroya, forfólkið fyri Føroya lærarafelag og forfólkið fyri Listafólkasamband Føroya, LISA.

Fyri at tryggja listafakliga støðið handan tilmælið um, hvør ið skal hava gávugóðsið, hevur stýrið gjørt avtalu við Listafólkasamband Føroya, sum hevur sett eina úrvalsnevnd av fakfólkum at velja út ungt listafólk, ið skal fáa handað gávugóðsið.

Øll eru vælkomin á Føroyamálsdeildina at heiðra ársins móttakara av gávugóðsinum úr grunninum hjá Thorvaldi Poulsen av Steinum, Anný Djurhuus Øssursdóttur.


Blíðar heilsur
Stýrið fyri Grunn Thorvald Poulsens av Steinum:

Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Marita Dalsgaard, forfólk fyri Listafólkasamband Føroya
Herálvur Jacobsen, forfólk fyri Føroya Lærarafelag

Les meira um grunnin HER

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  2. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  3. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun