Skriva út

Antibiotikanýtsla og mótstøðuføri

Gongdin í antibiotikamótstøðuføri hjá E. coli í Føroyum er á skeivari leið og viðgerðarhættir skulu endurskoðast, sigur Marita Debess Magnussen, ph.d.-granskari


Marita Debess Magnussen arbeiðir við eini ph.d.-verkætlan um antibiotikanýtslu og mótstøðuføri í føroyska samfelagnum, samanborið við Ísland og Danmark. Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum.

Marita hevur nú - saman við Shahin Gaini, Hannes Gislason og Karl G. Kristinsson -  útgivið vísindaliga grein um antibiotikamótstøðuføri hjá kolibakterium (Escherichia coli, E. coli), sum er ein týdningarmikil tarmbakteria, ið ofta er atvoldin til ymiskar sjúkur.

Greinin eitur “Antibacterial Susceptibilities of Escherichia coli from Community-Acquired Urinary Tract Infections in the Faroe Islands, Associations with Antibacterial Sales, and Comparison with Iceland and Denmark.” Hon er almannakunngjørd í tíðarritinum “Microbial Drug Resistance” í online-útgávu 24. mai 2017, ið eisini hevur samandrátt av greinini.

Kolibakteriur kunnu mennast til multiresistentar ESBL bakteriur og til panresistentar kolibakteriur, har stórt sæð eingin antibiotikaviðgerð er. Við hesum kunnu banalar infektiónir sum bløðrubruni blíva lívshóttandi. Marita Debess Magnussen sigur, at eitt stórt tal av føroyingum koma í samband við E. coli, tí bakterian er ofta atvoldin til bløðrubruna, og í greinini verður víst á, at ikki altíð er munagóð.

- Gongdin í antibiotikamótstøðuføri hjá E. coli í Føroyum er á skeivari leið og viðgerðarhættir skulu endurskoðast, sigur Marita Debess Magnussen.

Í greinini verður víst á samanhangin millum antibiotikunýtslu og resistensmennan hjá kolibakterium í Føroyum. Hagfrøðilig modellering við logistiskari regressión av broytingum í antibiotikamótstøðuføri við nýtsluni av antibiotika geva í hesi greinini ábendingar um tveir ymiskar bólkar av antibiotika ímóti E. coli, har mótstøðuførið veksur skjótari fyri annan bólkin, enn fyri hin fyri hin.

- Hendan vitan kann brúkast til at stýra hesari gongdini í mótstøðuføri við at halda seg til eina ávísa mongd av tí einstaka antibiotika, sigur Marita Debess Magnussen.

Hetta eru úrslit, sum hava altjóða áhuga, tí bakteriuresistensur og multiresistentar bakteriur eru ein tann størsta avbjóðingin í heilsuverkinum, bæði í Føroyum og globalt. Hannes Gislason legði úrslitini í kanningini fram á stórari ráðstevnu um dátuvísindi og hagfrøði við forritinum 'R' á Stanford University í juni í fjør.

NSCMID, sum er norðurlendski felagsskapurin fyri mikrolívfrøði og ígerðarsjúkur, hevur ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í august-september, har hesir spurningar verða umrøddir.

Karl G. Kristinsson (høvuðsvegleiðari) er professari og yvirlækni í kliniskari mikrobiologi á Háskóla Íslands og á íslendska ríkissjúkrahúsinum. Shahin Gaini (vegleiðari) er yvirlækni, ph.d., og serlækni í internum medisini, infektiónsmedisini og tropumedisini á Landssjúkrahúsinum. Shahin er knýttur at Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum sum adjungeraður lektari í ígerðarsjúkum (infektiónsmedisini). Hannes Gislason, ph.d., er professari í kunningar- og samskiftistøkni á Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum. Hannes hevur síðani 2014 samstarvað við Maritu, Shahin og Karl viðvíkjandi hagfrøðiligari dátugreining við RStudio-forriti av úrslitum um antibiotikanýtslu og mótstøðuføri í hesi ph.d.-verkætlan.

Les um áður útgivna gransking innan antibiotika mótstøðuføri hjá hálsbrunaelvandi bakteriu her.

Les um ph.d.-verkætlanina hjá Maritu Debes Magnussen hjá Granskingarráðnum.