University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Anton Petersen fær gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2012
11.02.2012

Anton Petersen fær gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2012

Anton Petersen, filmsleikstjóri, fær góðugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fyri 2012. Gávugóðsið er 60.000 krónur.


Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, handar unga evnaríka filmsleikstjóranum góðugóðsið á hátíðarhaldi sunnudagin 12. februar klokkan 15 í Østrøms fabrikk á Skálatrøð. Gávugóðsið verður givið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.

Anton Petersen gongur á kenda filmslistaskúlanum FAMU í Prag. Anton er 27 ár og er ein av teimum mongu ungu, sum hava havt sína dagligu gongd á filmsverkstaðnum Klippfisk.

Skráin fyri hátíðarhaldið er hendan:

  • Sigurð í Jákupsstovu, rektari, bjóðar vælkomin
  • Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, handar gávugóðs.
  • Inger Smærup Sørensen hugleiðir um avbjóðingarnar listin hevur í dag.
  • Anton Petersen framber brot frá sínum verkum


Tiltakið er alment og boðið verður eisini til lítið ábit.

Í nevndini fyri grunnin sita Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, sum er formaður, Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags og Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listasambandi Føroya. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum