University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Arbeiðið at gera Faroese Online er byrjað
06.10.2014
Føroyamálsdeildin

Arbeiðið at gera Faroese Online er byrjað

Hetta er undirvísingartilfar fyri útlendingar, og er talan um interaktivt tilfar, har tað fer at bera til at gera venjingar, lurta eftir ljóðfílum og síggja video.


Verkætlanin Faroese Online verður gjørd í samstarvi við granskarar og undirvísarar á Háskóla Íslands og Helsinki Universiteti, og fer Faroese Online at byggja á tað tilsvarandi Icelandic Online. Fyrst verður eitt grundleggjandi skeið gjørt. Íslendingar kalla tað Bjargir. Enn er einki føroyskt heiti fingið, men hetta er eitt slag av fyrstuhjálp, sum útlendingurin fær í føroyskum. Eftir ætlan verður fyrsta stig liðugt í 2017.

Projektleiðari í Føroyum er dr. Hjalmar P. Petersen, og John Mikkelsen er vísindaligur medarbeiðari. Millum íslendingarnar, sum arbeiða og hava arbeitt við interaktivum undirvísingartilfari í Íslandi, eru Birna, Úlvar og Kolbrún, sum øll síggjast á myndini saman við John og Patrick. Hjalmar vantar á myndini.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga