University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Arbeiðsrættur á føroyskum – nýggj lærubók í lóg
29.08.2013
Søgu- og samfelagsdeildin

Arbeiðsrættur á føroyskum – nýggj lærubók í lóg

Fróðskaparsetrið hevur givið út bókina Felagsverklóg – føroyskur kollektivur arbeiðsrættur. Talan er um fyribils útgávu av lærubók við ymsum tilfari, tilsamans 182 síður.


Felagsverklóg er lærubók skrivað í føroyskum høpi. Bókin greinar mest týðandi ásetingar fyri kollektiva arbeiðsmarknaðin í Føroyum, og nertir eisini við søgu, mál og aðrar fortreytir fyri felags treytum í føroyskum arbeiðsrætti, sum hevur týdning fyri flestu løntakarar og flestu arbeiðsgevarar í Føroyum.

Bókin greinar, hvussu partarnir á arbeiðsmarknaðinum skipa sáttmála, hvussu vit tulka sáttmála, hvussu felagssáttmálar seta treytir fyri at leiða og løna, hvussu til ber at stríða um nýggjan ella broyttan sáttmála, hvørjir karmar eru um trætur um sáttmálar, umframt at nakað er tikið við av skjølum, serliga um nýggju skipanina við Fasta Gerðarrætti.

Tørvurin á lærubók í felagsverklóg er eyðsýndur. Sáttmálar, lógir, reglugerðir og aðrar ásetingar galda serliga fyri føroyska løgdømið; boð, umsóknir, avgerðir, úrskurðir og onnur venja eru egin; men kortini eru ástøði og hugtøk enn ikki nógv ment á skipaðan hátt út frá føroyskum dømum.

Bókin skiftir millum siðbundna frálæru og nærri frágreiðing í serligum skorum, umframt at leggja dent á umhugsan ið lesarin kann fara undir til tess at hvessa sær førleikar. Bókin hevur margutekst og mong leitorð ið lætta um lesnaðin og teingja saman fakorð og frágreiðing.

Høvundur er Kári á Rógvi ið starvast sum lektari á Fróðskaparsetrinum umframt at vera formaður í nevndini í Fasta Gerðarrætti, var formaður í nevndini ið evnaði til nýggju skipanina í rættartrætum og gjørdi fyrireikingar ið gjørdust grundarlag undir nýskipan av áhugatrætum.

Bókin kemur fyrst í fyribils útgávu ætlað fakfólki til hoyringar og sum frálærutilfar. Ætlandi kemur onnur økt útgáva eftir at bókin er umrødd og roynd í verki.

Felagsverklóg er onnur bókin í røð av lærubókum um føroyska lóg. Fyrsta bókin var Fyrisitingarlóg.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum