University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Tordis Tróndarson DHS
Birita Dal-Christiansen
06.10.2025
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Arctic Circle: Tordis leggur fram í Reykjavík

Tordis Tróndarson, námslektari og ph.d.-lesandi á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, hevur vunnið kapping um at leggja fram á stóru Arctic Circle-ráðstevnuni

Fyrr í ár søkti UArctic-felagsskapurin eftir ph.d.-lesandi, sum eru knýtt at universitetum í samstarvinum, at leggja fram verkætlanir sínar á árligu Arctic Circle-ráðstevnuni í Hørpuni í Reykjavík dagarnar 16.–18. oktober.

Tordis Tróndarson gjørdist ein av teimum fýra finalistunum, sum sleppa at umboða UArctic og kappast um at hava bestu framløguna á ráðstevnuni.

Framløgan hjá Tordis byggir á verkætlanina The APN-FO Project, sum snýr seg um at menna eina masterútbúgving í Advanced Practice Nursing (APN) í Føroyum. Endamálið er at menna eina útbúgving, sum er lagað til føroysk viðurskifti, og sum gevur beinleiðis svar upp á tær avbjóðingar, ið standast av einum aldrandi samfelag og vaksandi tørvi á heilsutænastum.

Verkætlanin er skipað í fýra stig og byggir á aktiónsgransking, har áhugapartar eru virknir luttakarar í allari menningartilgongdini. Verkætlanin verður stuðlað av Arbeiðsmarknaðinum Frameftir (Granskingarráðið) og Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Vit ynskja Tordis bestu eydnu við framløguni!

Sí granskaravanga hennara her.

Rúni Jákupsson í morgunsendingini hjá Kringvarpi Føroya hevði samrøðu við Tordis 8. oktober 2025.

Hoyrið samrøðuna frá tíðarkotu 34:00 her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving