25.06.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Argumentatión í skrift og talu

Vit møta støðugt argumentum og argumentatión í skrift og talu. Tað veri seg í politiskum orðaskifti, kjaki um etiskar spurningar ella vísindaligum greinum av ymiskum slag. Men hvussu avgera vit, hvørt argumentini halda og/ella hava gildi?


04.-15. august skipar Fróðskaparsetrið fyri summarskeiði undir heitinum "Argumentatión í skrift og talu".

Endamálið við skeiðnum er at geva luttakaranum førleikar og amboð til at greina og meta um gildi í formligari  og óformligari argumentatión.

Tann klassiski formligi logikkurin verður viðgjørdur. Tann óformelli logikkurin verður viðgjørdur við atliti til eyðmerking af mismetingum. Nortið verður eisini við nýtímans logikk.

Skeiðið verður hildið um í minsta lagi 15 fólk tekna seg. Tilmeldingarfreistin er 01. juli 2014.

Les meira um skeiðið