University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Mynd 1.png

Arktisk sendinevnd á Setrinum

Mikudagin 21. oktober hevði Fróðskaparsetrið vitjan av einari arktiskari sendinevnd úr Danmark við umboðum frá privatum fyritøkum, almennum stovnum, taknasmiðjum og universitetum

Tað vóru fyritøkurnar Arctic Consensus og Arctic Business Network, sum tóku stig til ferðina, sum hevði til endamáls at skapa nýggj sambond og fáa vitan til vega um føroyskt vinnulív og samfelagið sum heild.

Arctic Consensus er ein donsk fyritøka undir Erhvervsfremmebestyrelsen sum virkar sum millumlið millum Danmark, Arktis og ES.

Arctic Business Network er eitt netverk fyri vinnulív og fyritøkur í norðuratlantiska økinum og Arktis.

Á Fróðskaparsetrinum fingu gestirnir høvi at kunna seg um, hvusssu Setrið ítøkiliga samstarvar og virkar fyri at nøkta tørvin hjá vinnulívinum, tá tað ræður um gransking, nýskapan, førleikar og menning.

Chik Collins, rektari, legði fram nýggju Strategiætlanina 2020-2024 hjá Fróðskaparsetrinum við denti á “Uttanhýsis tilknyti og samstarv”.

Magni Mohr, dekanur hevði framløgu um “Granskingar og framtakseindina”, sum Fróðskaparsetrið nýliga hevur sett á stovn, og sum hevur sum aðalmál at skapa sambond og samstarv fyri at økja og styrkja um granskingarkervið hjá Fróðskaparsetrinum.

Árni Jóhan Petersen, adjunktur í virksibúskapi á Søgu- og samfelagsdeildini hevði framløgu um granskingarsamstarvið í U-Arctic Thematic Network on Arctic Sustainable Resourses and Social Responsibility, sum Fróðskaparsetrið luttekur í.

Síðani var orðaskifti og vitanardeiling á skránni við serligum denti á samstarv millum vinnulív og útbúgvingarstovnar.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum