Hans Andrias Sølvará, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, ynskir Árna Johan Petersen til lukku við væleydnaðu ph.d.-verjuni
25.03.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Árni Johan fingið ph.d.-prógv í dag

Í dag fekk Árni Johan Petersen, adjunktur í virkisbúskapi á Søgu- og samfelagsdeildini ph.d.-prógv frá CBS

Ritgerðin lýsir á sera forvitnisligan hátt, hvussu dreymurin um tað stóra oljuævintýrið í Føroyum fekk ítøkiligar ávirkanir í samfelagnum, hóast eingi haldgóð prógv vóru fyri, at tað fór at blíva til annað enn ynskidreym.

Vegleiðarar vóru Dan Kärreman og Dennis Schoeneborn, báðir professarar á CBS.

Andmælingar vóru Mikkel Flyverbom, professari á CBS, Yiannis Gabriel, professari á Universitetinum í Lund og Jane Lé, professari á Otto Beisheim School of Management.

Verjan var talgild og hon gekk sera væl.

Vit ynskja Árna Johan Petersen hjartaliga til lukku við ph.d.-próvnum!