11.10.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Ársfrágreiðing fyri Føroyamálsdeildina 2011

Í ársfrágreiðingini eru stuttar frágreiðingar og yvirlit yvir útbúgvingar og gransking á Føroyamálsdeildini í 2001. Harumframt skrivar Guðrið S. Poulsen, lesandi, um tað at lesa føroyskt á Fróðskaparsetrinum.


Hugsanir hjá lesandi

Guðrið S. Poulsen, BA-lesandi, hugleiðir í ársfrágreiðingini um tað at ganga á Føroyamálsdeildini. Hon sær fyrimunir í, at deildin er so lítil, at tað ber til at hava tætt samband við lærararnar og lestrarfelagarnar. Men at deildin er lítil ger eisini, at tilboðini av valfríum fakum aftan á støðisnámið ikki er so stórt. Upp ímóti tí vigar, at tað ber væl til at lesa eitt skifti á onkrum øðrum norðurlendskum universiteti og fáa lesturin góðskrivaðan á Setrinum. Guðrið roynir at síggja møguleikarnar heldur enn bara forðingarnar.

Útbúgvingar á Føroyamálsdeildini

Ársfrágreiðingin lýsir í stuttum Hjánám, BA-nám,  Høvuðsgrein og MA-nám. Útbúgvingarnar eru gjølla lýstar í “Útbúgvingar á Føroyamálsdeildini. Námsskipanir”, www.setur.fo

Gransking á Føroyamálsdeildini

Granskingin á Føroyamálsdeildini snýr seg um føroyskar bókmentir, mál og mentan.  Eitt yvirlit yvir eitt úrval av vísindaligum útgávum eftir granskarar á deildini stendur sum sýnishorn av granskingini. Granskingin er knýtt at teimum stóru heimildasøvnunum, sum deildin varðveitir.

At enda er ein røð av verkætlanum nevnd, sum granskarar á deildini arbeiða saman um ella í samstarvi við granskarar aðrastaðni.

Ein stór deildarverkætlan fæst við at talgilda søvnini á deildini. Savnstilfarið, ið hevur røtur um alt landið, inniheldur m.a. ljóðupptøkur, orðaseðlar í heila øld, staðarnavnaskráir, kvæðahandrit og onnur handrit. Tað umfatandi talgildingararbeiðið verður gjørt stig fyri stig og endamálið er at gera tað atkomiligt hjá øllum.

 

Ársfrágreiðingin 2011 sæst á hesum leinki.