
Ársfundur í Riga í Lettlandi
Leiðarin fyri netverkinum Nordic Baltic Nursing Netverk komandi 2 árini er Johild Dulavík, altjóðasamskipari á Sjúkrarøktarfrøðideildini.
Týsdagin og mikudagin var árligi netverksfundurin hjá NBNN og hesuferð var Red Cross medical college of Riga Stradins Unviersity í Lettlandi www.rcms.lv vertur. Høvuðsendamálið er at fremja samstarv millum sjúkrarøktarfrøðideildir innan Norðanlond og Letland.
Føst skrá er at kjakast, orða og senda inn árligu umsøknina til Nordplus, hvørs pengar blíva brúktur til at stuðla lesandi og undirvísarum, sum eru á útveksling.
Harumframt bleiv kjakast um tað, sum rørir seg innan Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvina, bæði innan ástøðiliga partin og kliniska partin, í mun til Bolognu krøvini.
Skipað varð fyri eini áhugaverdari vitja á sjúkrahúsinum í Riga, har deildarleiðarin á deildini fyri ov tíðliga fødd børn vísti runt og kunnaði um teirra dagligdag, sum var merktur av manglandi sjúkrarøktarfrøðingum við serútbúgving innan hettar økið.
Samanumtikið sera áhugaverdir dagar við blíðum og fyrikomandi vertum.

-
08.02.2019 Føroyamálsdeildin Til lesandiOft er gott þat er gamlir kveða - Introduction to Medieval Icelandic LiteratureFøroyamálsdeildin bjóðar í vár stuttskeið á enskum við gesta...
-
06.02.2019 Søgu- og samfelagsdeildinJapanskur filmsdagurHósdagin 7. februar verður áhugavert filmstiltak í Kongshøll...
-
05.02.2019 Setrið FøroyamálsdeildinGávugóðs 2019Fríggjakvøldið 8. februar verður árliga handanin av gávugóðs...