26.11.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Ársfundurin hjá Nordliks hildin í Føroyum

26 fólk úr universitetum í øllum Norðurlondum vitjaðu Føroyamálsdeildina 26. til 28. november.


 

Nordliks er eitt samstarv millum móðurmálsdeildir á universitetum í Norðurlondum. Høvuðsendamálið er at virka fyri samskifti og lærara- og studentaskifti millum deildirnar. Studentar kunnu fara á aðrar móðurmálsdeildir í Norðurlondum eitt tíðarskeið, t.d. eina hálvu, og lærarar kunnu undirvísa á deildunum hjá hvørjum øðrum. Nordliks tekur sær av umsóknum og rindar ferðir og uppihald.

 

Nordliks-samstarvið byrjaði í 1992, og hetta er aðru ferð, ársfundurin hevur verið í Føroyum. Malan Marnersdóttir hevur í mong ár verið føroyskt umboð í Nordliks. Nýtt føroyskt umboð í samstarvinum er Bergur Djurhuus Hansen. Fyri Føroyamálsdeildina hevur Nordliks roynst væl.