Grein hjá Sissal M. Rasmussen og Dorete Bleses útvald sum ársins grein 2018
Brynhild Thomsen
29.03.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Ársins grein 2018 er um føroysk børn og mál

Altjóða tíðarritið "First language" hevur valt grein um føroysk børn og mál sum ársins grein 2018 í hátíðarútgávu, nú tey fylla 40 ár

Tíðarritið gevur vísindaligar greinir út um gransking í máltøku hjá børnum. Tíðarritið hevur í ár verið virkið í 40 ár, og fyri at hátíðarhalda hetta er serútgáva komin, har tey hava valt eina grein fyri hvørt árið seinastu 40 árini.

Greinin ”Faroese children’s early vocabulary acquisition: A Faroese adaptation of the MacArthur–Bates Communicative Development Inventories”, sum Sissal M. Rasmussen skrivaði saman við Dorthe Bleses í 2018, er vald sum greinin fyri 2018.

40 ára tíðarritið kann lesast her

Greinin er í partinum, sum eitur ”Under-studied languages”.

Á bloggi sínum dregur ritstjórin fram ta føroysku granskingina sum áhugaverd granskingarúrslit.

Í sambandi við hátíðarhaldið er talgilda atgongdin til serútgávuna og føroysku greinina ókeypis í 2020, sí meira her.

Sissal M. Rasmussen hevur skrivað sína ph.d. á Føroyamálsdeildini um máltøku hjá føroyskum børnum. Hennara ph.d-verja skuldi verða nú í vikuni, men er útsett vegna heilsukreppuna.