University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Ársins miðlavinnari.JPG

Hann dugir best at miðla sína gransking. Debes vann miðlaheiðurslønina hjá Granskingarráðnum 2020 (Foto: Brynhild Thomsen)

Brynhild Thomsen
06.11.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin

Ársins miðlaheiðursløn til Debes Christiansen

Debes Hammershaimb Christiansen, granskari hevur júst fingið ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum

Eingin ivi var hjá dómsnevndini: Debes Hammershaimb Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og granskari hevur uppiborið miðlaheiðurslønina hjá Granskingarráðnum 2020.

Heiðurin varð latin honum nú seinnapartin í Kongshøll, har vísindavøka hevur verið í allan dag.

Bergur D. Hansen, dekanur á Setrinum, sat í dómsnevndini saman við Jón Brian Hvidtfeldt, formanni í Føroyskum Miðlafólki og Dagmar Joensen Næss frá Granskingarráðnum.

Bergur nevndi gávumildni í síni grundgeving fyri at geva Debes Hammershaimb Christiansen heiðurslønina.

Debes Hammershaimb Christiansen hevur ikki bara gjørt stóran mun í stríðnum móti koronusmittuni, hann hevur eisini gávumilt greitt almenninginum frá í føroyskum og alheims miðlum, segði hann.

Vit á Fróðskaparsetri Føroya ynskja Debesi hjartaliga til lukku við miðlaheiðurslønini!

Lesið samrøðu við Debes Hammershaimb Christiansen her.

Á vísindavøkuni, sum hevur verið í allan dag í Kongshøll, varð ein annar granskari heiðraður.

Granskarar høvdu eina snarrøðukapping, har tey í 150 sekund skuldu greiða frá síni gransking.

Domsnevndin metti snarrøðuna hjá Súsonnu Poulsen á Umhvørvisstovuni at vera ta bestu.

Súsanna greiddi í 150 effektiv sekund frá kanningunum av luftgóðskuni í Føroyum. Hon setti spurnartekn við, um luftin er so rein, sum vit billa okkum inn. Og eftir at hava fingið at vita, hvussu kanningar verða gjørdar, svaraði hon spurninginum: Nei, vit hava ikki heimsins reinastu luft, men dálkingin er undir markvirðini hjá ES.

Til lukku við heiðurslønini, Súsanna!

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  2. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum

  3. Screenshot 2026 06 26 At 14 25 36 Fróðskaparsetur Føroya Prógvhandan 2026 Youtube

    201 staðið prógv frá Setrinum í ár