Brynhild Thomsen
31.03.2022
Setrið
Skriva út

Ársins Vísindavøka verður í Runavík

Føroya størsta miðlatiltak fyri gransking, Vísindavøkan, verður í ár í Løkshøll í Runavík

Granskingarstovnarnir, sum skipa fyri Vísindavøkuni, hava gjørt av, at Vísindavøkan 2022 skal vera í Runavík.

Hon verður hildin fríggjadagin 23. september frá morgni til seint út á seinnapartin.

Á skránni verða granskingarframløgur, ymisk tiltøk og framsýningar bæði inni og úti.

Umframt tiltøkini í Løkshøll verður Vísindavøkan eisini á ferð aftur í ár, væntandi við framløgum í Klaksvík, á Kambsdali, í Vestmanna, í Sørvági, í Havn, á Sandi og í Suðuroy.

Meira verður at frætta um ársins evni og og tiltøkini í næstum, skrivar Granskingarráðið.

Vísindavøkan er alment og ókeypis tiltak.