University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
supportive_parents_-_child_development.jpg (1)
08.06.2023
Setrið Námsvísindadeildin

Ársskeið í sernámsfrøði

Komandi skúlaár verður høvi hjá starvsfólki í fólkaskúlum og miðnámsskúlum at koma á árskeið í sernámsfrøði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum

Undirvíst verður í grundleggjandi hugtøkum í sernámsfrøði bæði sum námsfrøðiliga sergrein og sum partur av almennu námsfrøðini.

Dentur verður lagdur á sernámsfrøðiligar avbjóðingar í gerandisdegnum í skúlanum, ið krevja sernámsfrøðiligt atlit. Undirvíst verður í arbeiðshættum at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum og á samstarv millum fakbólkar, fakøki og fakgeirar.

Komið verður inn á serundirvísing, næmingalagaða undirvísing og inkluderandi sernámsfrøði.

Undirvísingin fer fram á Námsvísindadeildini og verður umleið ein dag um mánaðin, níggju ferðir íalt. Sí neyvari innihaldslýsing og lestrarætlan longur niðri á síðuni.

Grundskeiðið gevur atgongd til víðari framhaldslestur í sernámsfrøði, sum eftir ætlan verður bjóðað út lestrarárið 2024/2025.

Avmarkað pláss er á skeiðnum og tilmelding fer fram HER.

Um umsóknirnar eru fleiri enn pláss eru fyri, og tær standa javnt í førleikum, verða plássini tillutað eftir nær umsóknin kom inn.

Kostnaður fyri skeiðið: 21.000 Kr.

Luttakaratal: í mesta lagi 25 luttakarar

Fortreytir fyri luttøku: Lærara- ella námsfrøðingaútbúgving, ella onnur viðkomandi útbúgving á sama stigi, umframt minst 2 ára starvsroyndir í fólkaskúla ella miðnámsskúla

Undirvísingardagar á heysti 2023: 7. sept., 28. sept., 26. okt., 16. nov og 7. des. sí ársyvirlit niðanfyri.

Umsóknarfreist: 1. juli 2023 og umsóknir skulu sendast til lestur@setur.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving