University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
ASK lestrarvegleiðing um Stórabretland

ASK lestrarvegleiðing um Stórabretland

Vegleiðing til UCAS-umsókn verður á Handilskúlanum í Havn 7. des. kl. 19.


Til tey sum ætla til Stórabretland at lesa.

Ynskir tú vegleiðing til at útfylla UCAS-umsóknina?

So hevur tú nú møguleikan á Handilsskúlanum í Tórshavn, Marknagilsvegur, mikukvøldið 7. desember kl. 19.

Skráin tekur útgangsstøði í at gjøgnumganga umsóknarsblaðið (online) til hægri útbúgvingar í Stórabretlandi. Harafturat verða fíggjarligu stuðulsmøguleikarnir, so sum ÚSUN, Tuition fee og SU umrøddir.
Um tú hevur farteldu við kanst tú skráseta teg í UCAS-skipanini og fylgja við tíni egnu umsókn undir kunningini.

Møguleiki verður eisini at seta spurningar um øll ivamál t.d. málkrøv, innivist, fíggjarmál, Personal Statement og Reference.

Vanligt er freistin at søkja inn á útbúgvingar í Stórabretlandi (gjøgnum www.ucas.com) 15. januar, tá skúlabyrjan er í September.

Vælkomin til lestrarvegleiðing um Stórabretland.



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast