University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Astrid í Garðastovu ætlar sær at lesa havlívfrøði

Astrid í Garðastovu ætlar sær at lesa havlívfrøði

- Eg havi altíð havt áhuga fyri náttúruni, tí søki eg havlívfrøði sum fyrstu raðfesting, hóast eg veit, at tað verður stór avbjóðing at lesa á enskum


Eftir at hava verið heima við børnum og síðani arbeitt í barnagarði, fór 36 ára gamla Astrid í Garðastovu á Fiskivinnuskúlan. Hon verður liðug í summar og ætlar sær at lesa á Setrinum eftir summarferiuna.

Fyrsta dagin sendir hon Setrinum eina kvotu 2-umsókn, tí hon roknar við, at hennara arbeiðsroyndir kunnu gera mun.

– Eg havi altíð havt áhuga fyri náttúruni, so lívfrøði er tað, sum eg havi bestan hug til. Eg fari at søkja havlívfrøði sum ovastu raðfesting, sigur Astrid.

Eftir at hava verið burturi frá skúla í so mong ár, so roknar Astrid við, at tað verður ein stór avbjóðing at lesa tað mesta á enskum.

– Mær dámar eisini væl at arbeiða við fólki, so eg søki eisini sjúkrarøktarfrøði, sigur Astrid.

Freistin at søkja eftir kvotu 2 er 15. apríl.

Mikudagin 6. apríl verður kunningarfundur um kvotu 2-umsóknir. Talan er um tvey eins kunningarumfør, tað fyrra byrjar kl. 16.15, tað seinna kl. 17.15. Kunningin verður á Lestrarskrivstovuni hjá Setrinum í J. C. Svabos gøtu 7 frá kl. 16.15 til 18.00.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00