Skriva út

At vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku

Kristianna Lund Dam, námslektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini og ph.d.-lesandi, hevur saman við øðrum skrivað vísindaliga grein í Journal of Psychiatric and Mental H.N., um at vaksa upp hjá foreldrum við álvarsamari sálarsjúku í Føroyum.


Heitið á greinini er: "Experiences of adults who as children lived with a parent experiencing mental illness in a small-scale society : A Qualitative study". Hon verður útgivin í tíðarritinum: Journal of Psychiatric and Mental Health Nursing: March 2018, Volume 25, Issue 2, Pages i-iv, 67-141.

Greinin er úrslit av samrøðum við 11 børn, eldri enn 18 ár, sum eru vaksin upp hjá foreldrum við álvarsamari sálarsjúku í Føroyum.

Tey nú vaksnu børnini greiða frá, hvussu tey upplivdu barndómin og tilveruna sum vaksin, sum avvarðandi hjá sálarsjúkum foreldrum.

Úrslitið vísir, at tilveran hjá børnunum er mótsagnarkend á nógvar mátar. Tey flestu børnini fáa praktiskan stuðul frá familjuni, men eftirlýsa kensluligan stuðul bæði frá familjuni, heilsustarvsfólki o.ø.

Tey uppliva forðingar í samband við kunning um sálarsjúkuna hjá foreldrunum. Forðingarnar, sum skyldast tabu um sálarsjúku, innan Heilsuverkið, familjuna og samfelagið sum heild.

Úrslitið vísir, at av tí at “øll kenna øll”, so verða børnini áhaldandi mint á, at tey eru øðrvísi og minni verd enn onnur. Tó so, eru nøkur, sum hava sera góð og tøtt vinasambond. 

Hóast “øll kenna øll”, so er tað ikki tað sama sum, at børnini fáa stuðul, heldur tvørturímóti, so uppliva tey slatur og sleyg um tað sjúka foreldrið og familjuna.

Tak niður greinina HER