Lív Maria Róadóttir Jæger
07.10.2019
Setrið Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

AT VERA ELLA IKKI, TAÐ ER TAÐ

Seinnapartsseminar um Shakespeare og Hamlet í Kongshøll

Útbúgvingin í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum skipar fyri seinnapartsseminari um Shakespeare og Hamlet í Kongshøll.

Føroyski leikbólkurin Det Ferösche Compagnie (DFC) setir upp Hamlet eftir William Shakespeare í Norðurlandahúsinum nú í heyst. Frumsýning verður 8. november. Hetta er fyrstu ferð, leikurin verður settur á pall í Føroyum.

Hamlet er kendasti og mest spældi sjónleikur í heiminum. Orðingar úr leikinum eru hvørs mans ogn. Heðin Brú týddi Hamlet til føroyskt í 1960’unum, men Hans Tórgarð hevur týtt leikin av nýggjum, millum annað á sera hepnan hátt kendastu orðini úr leikinum, ið her verða brúkt sum yvirskrift: At vera ella ikki, tað er tað.

Útbúgvingin í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum fer at varpa ljós á listaligu stórhendingina við einum seinnapartsseminari í Kongshøll sunnudagin 3. november kl. 14-17 - fimm dagar undan frumsýningini í Norðurlandahúsinum. Tríggir útlendskir Shakespearegranskarar fara at halda stuttar fyrilestrar, og eisini verða samrøður við Hans Tórgarð um týðingina og Trónd Bogason um tónsetingina til Hamlet. 

Seminarið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tú kanst melda teg til tiltakið her og tilmeldingarfreist er fríggjadag 1. november:

https://setur.atgongumerki.fo/webshop/event/1031563/order/info

 

SKRÁ

14.00 Vælkoma: Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini

14.10 Fyrilestur: Global Shakespeare: An Introduction, Paul Prescott, dr., frá University of Warwick

14.50  Fyrilestur: Reduce, Rewrite, Recycle: Adapting Shakespeare to Save the Planet, Kathrine Steele Brokaw, lektari, frá University of California

15.30 Kaffisteðgur

15.40 Fyrilestur: Hamlet and Histories of Emotion, Bridget Escolme, professari, frá Queen Mary University of London

16.20 Prát: At týða Hamlet av nýggjum, Bergur Djurhuus Hansen prátar við Hans Tórgarð, sjónleikara og týðara

At tónseta Hamlet, Kinna Poulsen prátar við Trónd Bogason, tónaskald

17.00 Útbúgvingin í listaligum arbeiði bjóðar okkurt leskandi