30.01.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

At vera í verðini

Almennur kvøldfyrilestur á Háskúlanum 4. februar


 

Nú koma várfyrilestrarnir á Háskúlanum. Mánakvøldið 4. februar kl. 19.30 fara teir almennu kvøldfyrilestrarnir, sum Háskúlin og Fróðskaparsetrið bjóða, úr bakkastokki. Tá heldur Jógvan D. Hansen fyrilesturin “At vera í verðini – um týska heimspekingin Martin Heidegger”. 

Fyrilesturin verður á Háskúlanum, atgongdin er ókeypis, og øll eru hjartaliga væl komin.