University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Quintin ZP1TM2CZCK
24.06.2025
Setrið Náttúruvísindadeildin

Atgonguskeið til handverkarar og ófaklærd

Hevur tú arbeitt í tvey ár ella meira og hevur hug til at lesa verkfrøði á Fróðskaparsetrinum, so hava vit rætta atgonguskeiðið til tín - umsóknarfreist er á midnátt 1. juli

Í august 2025 ber til at byrja á atgonguskeiðið á Setrinum, sum gevur beinleiðis atgongd til verkfrøðiútbúgvingina á Náttúruvísindadeildini á Setrinum gjøgnum kvotu 2, umframt verkfrøðiútbúgvingar í Danmark.

Hevur tú bakgrund sum handverkari ella hevur arbeitt sum ófaklærdur handverkari í minst 2 ár, hevur tú møguleika at søkja inn á atgonguskeiðið og sleppur við hesum undan eini 3-ára gymnasialari útbúgving, sum vanliga er fortreyt fyri at verða tikin upp til verkfrøðilesnað.

Størsti parturin av atgonguskeiðnum er á netinum. Tó skulu lesandi møta fýra dagar at gera starvsstovuroyndir. DTU í Danmark tekur sær av allari undirvísing talgilt, meðan teir fýra starvsstovudagarnir eru á Setrinum.

Nærri kunning er her.
 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving