Hannes Gislason og hini á Náttúruvísindadeildini hava úr at gera, nú dupult upptøka er av bachelorum í KT-verkfrøði, umframt at tvær nýggjar útbúgvingar, Master í Dátuvísindum og diplomútbúgving í Web-menning, verða bodnar út nú í summar (Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
17.05.2023
Setrið
Skriva út

Átta Seturs-professarar á palli

Fyrrapartin hevði Granskingar- og framtakseindin sett átta professarum á Setrinum stevnu í Kongshøll til framløgur av egnari gransking og orðaskifti um professaraleiklutin, tá tað ræður um at styrkja um granskingina sum heild

Starvsheiti verða litið brúkt til gerandis, og eingin sigur til dømis "góðan dag, Malan, professari". Men hetta merkir tó ikki, at stór og serlig krøv ikki hanga uppií hjá teimum, sum røkka hesum hægsta akademiska stiginum, sum professari er.

Í reglugerðini hjá Fróðskaparsetri Føroya um størv stendur m.a. um professarastørvini:

"Høvuðsuppgávan hjá einum í starvi sum professari er vísindalig gransking (m.a. at geva og breiða út vísindaligt tilfar) og at undirvísa í gransking við kravdum próvtøkum. Uppgávan umfatar eisini at veita samfelagnum vitanina og vera við í almenna kjakinum. Granskingaruppgávur frá landsstýrinum kunnu eisini verða umfataðar sum partur av starvinum. At leiða granskingina, leiðbeina adjunktar og gera akademiskar metingar er eisini partur av starvinum."

Og í dag varð so skipað fyri professaradegi í Kongshøll, har Granskingar- og framtakseindin gav átta av professarunum á Setrinum høvi at leggja fram sína egnu gransking og seta nøkur orð á teirra týðandi leiklut at leiða og leiðbeina í granskingarhøpi.

Fyrstur at leggja út var Svein-Ole Mikalsen, sum granskar í lívfrøðiligum margfeldi í føroyskum høpi. Hann er Dr.philos og professari í mýlskari lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Setrinum. Hansara framløga æt "Lívmargfeldi, burðardygd og genomatlasið fyri føroyska vistfrøði"

Malan Marnersdóttir er Lic.phil., dr.phil. og professari í bókmentum á Føroyamálsdeildini á Setrinum. Í síni framløgu spurdi hon, hví modernistiskur skaldskapur er so torførur

Firouz Gaini er ph.d. og professari í antropologi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Í dag røddi hann um temporalitet í ungdómsgransking undir heitinum "Meðan vit bíða"

Hjalmar P. Petersen er Dr.phil, og professari í málvísindum á Føroysmálsdeildini. Undir heitinum "Evalutativ morfologi" tosaði hann um orð, sum mong av okkum brúka, so sum "mammasta", "herbeintni" og "nógvastaðnani"

Magni Mohr er ph.d., dekanur og professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi. Harumframt er hann prorektari fyri gransking á Setrinum og harvið leiðari fyri Granskingar- og framtakseindina, sum fyriskipaði professaradagin í dag. Hann greiddi frá gongdini á heilsugranskingarøkinum, sum verið hevur á Setrinum seinastu árini, har byrjað varð næstan á berum, til í dag, har fjølbroytt gransking verður gjørd og almannakunngjørd í altjóða vísindaligum tíðarritum. Ein týðandi leiklutur hjá professarunum er at fáa fígging til vega og at bjóða yngri granskarum upp í granskingarverkætlanir, var ein boðskapur

  

Jógvan í Lon Jacobsen er dr.philos. og professari í Málfrøði á Føroyamálsdeildini. Við tølum greiddi hann frá, hvørja ávirkan purisma hevur, og ein niðurstøða er, at purisma ikki endurnýggjar orðatilfarið, men økir um tað (við orðinum "telda" sum undantaki, tí tað orðið hevur útruddað orðið "kompjútari")

Hans Andrias Sølvará er dekanur og professari í søgu á Søgu- og Samfelagsdeildini. Hansara framløga æt "Frá mythos til logos í søgugransking", og hann brúkti tvinnar mýtur til at lýsa evnið. Onnur snúði seg um Nólsoyar Páll og Skansan, hin um bumbuatsóknina móti løgtingshúsinum. Á myndini síggjast hansara niðurstøður

Hannes Gislason er ph.d. og professari í kunningar- og samskiftistøkni á Náttúruvísindadeildini. Hann er eisini nýliga blivin útbúgvingarleiðari fyri nýggju masterútbúgvingina í Dátuvísindum, sum Setrið bjóðar út nú í summar (umsóknarfreistin er 1. juli). Hann greiddi eisini frá um fleiri granskingarverkætlanir, sum fevna um fleiri av deildunum á Setrinum. M.a. er granskingarsamstarv millum Náttúruvísindadeildina og Føroyamálsdeildina um máltøkni, sum jú snýr seg um bæði KT og føroyska málið