
12.10.2022
Setrið
Setursskrivstovan
Skriva út
Átta umsóknir til rektarastarvið
Átta fólk hava søkt um at blíva rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Tá freistin at søkja rektarastarvið var úti fríggjadagin 7. oktober, vóru átta umsóknir komnar. Tær eru úr Føroyum, Norðurlondum og eisini longri úti úr heimi.
Í setanarbólkinum, sum nú skal viðgera umsóknirnar, sita umboð fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum, fólk frá uttanhýsis samstarvsstovnum og stýrislimur fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Setanarbólkurin metir, at grundarlagið at arbeiða víðari er gott við hesum átta umsóknunum.
Miðað verður eftir, at nýggi rektarin kann byrja í starvinum á Fróðskaparsetri Føroya 1. januar ella fyrr, um tað ber til.
-
08.06.2023 Setrið NámsvísindadeildinÁrsskeið í sernámsfrøðiKomandi skúlaár verður høvi hjá starvsfólki í fólkaskúlum og...
-
08.06.2023 Setrið NámsvísindadeildinMenn tínar førleikar sum smíðlærariHevur tú hug at gerast smíðlærari, ella ert tú longu smíðlæ...
-
07.06.2023 SetriðKampus: Dómsnevndin vigar nú seks uppskotArkitektakappingin um nýggjan høvuðsbygning til Fróðskaparse...