Náttúruvísindadeildin
25.01.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Av Setrinum í starv hjá amerikanskari fyritøku

Hilmar Simonsen, PhD lesandi á Fróðskaparsetrinum, er settur í starv hjá amerikonsku fyritøkuni Ion GX Technology. Hetta er ein fyritøka við serkunnleika innan upptøku og viðgerð av seismiskum dátum.


Hilmar hevur seinastu árini starvast á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum, har hann hevur granskað í seismikki við atliti til føroyska basaltið. Hendan verkætlanin er komin væl áleiðis og verður væntandi liðug innan stutta tíð.

 

Ion GX Technology er eitt tøkniliga framkomið felag, sum virkar á altjóða støði og veitir tænastur til oljuídnaðin kring allan knøttin. Hilmar skal í starvinum vera partur av toymi, sum skipar fyri og hevur dygdareftirlit (Quality Control) við upptøkur av seismiskum dátum til sjós. Hesar dátur verða eisini viðgjørdar (processeraðar) umborð á skipinum.

 

Hilmar byrjar í nýggja starvinum 15. februar 2011.